BetriBanki strikar negativa rentur

Grundað á, at altjóða rentustøðið er hækkað munandi seinastu tíðina umframt, at rentan hjá Danska Tjóðbankanum er hækkað 0,50%, hækkar Betri Banki rentuna 1. september 2022.

 

Fyri privatkundar hækkar útlánsrentan 0,40%. Samstundis er avgerð tikin um, at privatkundar ikki skulu gjalda negativa rentu av innistandandi eftir 1. september 2022.

 

Rentan hjá vinnukundum hækkar 0,50% fyri bæði út- og innlán.

 

– Rentuhækkingin merkir, at okkara kundar skulu gjalda millum 0,40% og 0,50% meira í rentu á sínum lánum, kredittum og ábyrgdum. Hinvegin merkir tað eisini, at negativa innlánsrentan, sum í dag er -0,75%, verður -0,25% fyri vinnukundar, meðan privatkundar ikki skulu gjalda negativa rentu, sigur Olav Guttesen, stjóri í Betri Banka.

 

– Ert tú í iva um, hvussu hetta fer at ávirka tína fíggjarstøðu, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum, skrivar bankin í tíðindaskrivi.