Betrideildin: Sjey stig til KÍ og eitt stig til Víking

Vit taka stutt samanum teir tríggjar innanhýsis dystirnar hjá KÍ og Víkingi í Betrideildini hjá monnum

KÍ og Víkingur hava leikt teir tríggjar innanhýsis dystirnar í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið. Tó hittast liðini í finaluni um løgmanssteypið, leygardagin 31. oktober.

 

KÍ vann tveir teir fyrstu dystirnar, meðan tann triði endaði við málleysum javnleiki. 

 

Sostatt gjørdist úrtøkan í hesum trimum innanhýsis dystunum sjey stig til KÍ, og eitt stig til Víking. 

 

Samlaða málúrtøkan gjørdist 3-0 til KÍ. Verandi meistararnir skoraðu sostatt ikki móti KÍ í hesum kappingarárinum. 

 

KÍ-Víkingur 0-0 - 15. september

 

Víkingur-KÍ 0-1 (0-0) - 3. juli

 

0-1 Daniel Johansen (64.)

 

KÍ-Víkingur 2-0 (1-0) - 12. apríl

 

1-0 Páll A. Klettskarð (28.)

 

2-0 Patrik Johannesen (82.)

 

Kelda: FaroeSoccer