VIDEO: Mattias hevði góðar bjargingar móti Vejle

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum FC Fredericia-Vejle 1-1 (0-0)

Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge slapp mánakvøldið at verja málið hjá FC Fredericia í tí fyrstu søguligu grannauppgerðini millum Fredericia og Vejle í bestu donsku fótbóltsdeildini. Dysturin endaði við javnleiki 1-1. 

 

Mattias bjargaði væl í fleiri støðum, men hann hevði ongan møguleika at bjarga harða skotinum, tá Amin Chiakha hjá Vejle í 64. minutti meddaði til, og legði útiliðið á odda 1-0.

 

Í donsku miðlunum, og ikki minst í lokala miðlinum, Fredericia Dagblad fær Mattias framúr góð ummæli fyri avrikið móti Vejle. 

 

HER  ber til frá Viasat Sport at síggja hæddarpunktini frá dystinum FC Fredericia-Vejle 1-1 (0-0). Góðar bjargingar hjá Mattiasi síggjast í brotinum.