Vísindavøka á ferð á Klaksvíkar Bókasavni í kvøld

Vísindavøkan er á ferð kring landið. Talan er um fimm tiltøk í tíðarskeiðinum frá 15. til 22. september.

 

Á hvørjum tiltaki verða tríggjar framløgur, umleið 20 minuttir hvør, við granskarum frá ymsum stovnunum.

 

Týskvøldið 16. september kl. 19 verður vitjað á Klaksvíkar Bókasavni.

Skrá

Teldugjørt rák í Djúpunum, Kalsoyarfirði og Leirvíksfirði

Knud Simonsen, Veðurstova Føroya

 

Grøna orkuskiftið á sjónum, eisini í Føroyum?

Meinhard Eliasen, Umhvørvisstovan

 

Hjartað í fiskinum, sum tú setur á borðið

Heidi S. Mortensen, Firum

 

Tiltøkini eru øll almenn og ókeypis.

 

https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/visindavoeka/visindavoeka-2025/visindavoekan-a-ferd-2025