Hósdagin klokkan 15 verður hátíðarhald á dagstovninum á Flatinum á Oyrarbakka. Tá verða fimm fólk heiðrað fyri starvsdagar, samstundis sum stovnurin hevur 35 ár á baki.
- Dagstovnurin sjálvur er bert 20 ára gamal, tí stovnurin er framhald av dagstovninum á Oyri, sum læt upp í august 1990 - ella fyri 35 árum síðan.
Í Sunda kommunu fara tey at hátíðarhalda merkisdagin, samstundis sum starvsfólk verða heiðrað fyri starvsdagar. Tiltakið verður, meðan mentanardagar eru í kommununi.
- Stovnurin fer at hava opið hús, og á degnum fara børnini eisini at syngja nakrar sangir, eins og borgarstjórin, Eyðstein Zachariasen, fer at halda røðu.
Í Sunda kommunu siga tey, at undanfarni leiðari á Flatinum, Rosa Prestá, fer eisini at hugleiða um tíðina, ið fór. Rosa var leiðari á dagstovninum flestu av hesum farnu 35 árunum.
Myndaframsýning verður eisini í Bólinum á dagstovninum - við gomlum myndum frá seinastu 35 árunum.
Henda dagin fara tey eisini at hátíðarhalda nakrar stórar starvsdagar.
- Sólrun Dam og Lis Gregersen høvdu 35 ára starvsdag í august, Jana Madsen hevði 20 ára starvsdag, og Hjalmar Johannesen og Anna Maria Hansen halda 15 ára starvsdag.
Tað er ikki nøkur sjálvfylgja at hava so trúgv og støðug starvsfólk á dagstovnaøkinum, og vit eru takksom fyri at kunna halda slíkar merkisdagar.
- Vit bjóða tí øllum at halda dagin saman við okkum - ommum, abbum, mammum, pápum, systkjum, fyrrverandi starvsfelagum, avvarðandi og øllum, sum á ein ella annan hátt ynskja at hátíðarhalda hesa løtuna saman við okkum.
Tey, sum varða av dagstovninum á Flatinum á Oyrarbakka, siga, at øll eru vælkomin á gátt klokkan 15, hósdagin hin 18. september.