- Eg frætti herfyri, at ein útlendingur var komin higar seint í heyst - bara at síggja postkassan, men tá var hann niðurtikin. So, tað var eitt sindur spell, sigur Marjun S. Debes, borgarstjóri

Postkassin í Skopun kemur uppaftur til várs

- Tað er eingin loyna, at postkassin hevur verið ein attraktión, og vit eru samd um, at vit skulu hava ein nýggjan postkassa, sum helst verður nakað størri enn undanfarni, sigur borgarstjórin í Skopunar kommunu

 

- Eg frætti herfyri, at ein útlendingur var komin higar seint í heyst - bara at síggja postkassan, men tá var hann niðurtikin. So, tað var eitt sindur spell, sigur Marjun S. Debes, borgarstjóri

Hin 28. august í ár varð stóri postkassin í Skopun tikin niður. Postkassin, sum var úr timbri, var í ringum standi og fórst illa seinasta vetur.

 

- Postkassin hevur verið væl vitjaður øll hesi árini, síðan hann varð settur upp. Metingar søgdu, at best var at taka hann niður heldur enn at seta hann í stand.

 

Marjun S. Debes, borgarstjóri í Skopunar kommunu, sigur, at bygdarráðið er samt um, at Skopun skal hava ein nýggjan postkassa, og ætlandi verður hin nýggi eitt sindur størri enn undanfarni.

 

- Nýggjar tekningar skulu gerast, og ætlanin hjá okkum er, at ein nýggjur postkassi skal standa uppi í Skopun einaferð næsta vár - um alt gongur sum ætlað.

 

Borgarstjórn sigur, at tey í bygdarráðnum hava ymiskar tankar um, hvussu ein nýggjur postkassi skal innrættast, soleiðis at her verða ymiskir møguleikar.

 

- Alt kostar, og tað ger ein nýggjur postkassi eisini, men vit halda, at tað hevur týdning, at ein nýggjur postkassi kemur uppaftur, sigur Marjun S. Debes.

 

##med2##

 

Hon veit at siga, at postkassin, sum hevur staðið uppi í Skopun í fleiri ár, var 7,42 metrar høgur og 4,45 metrar breiður, og tey ætla, at nýggi postkassin skal verða nakað størri enn undanfarni.

 

Risastóri postkassin hevur drigið væl at fólki til Skopunar - ikki bara føroyingar, men eisini útlendingar.

 

- Eg frætti herfyri, at ein útlendingur var komin higar seint í heyst - bara at síggja okkara postkassa, men tá var hann niðurtikin. So, tað var eitt sindur spell, sigur Marjun S. Debes, borgarstjóri í Skopunar kommunu.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

- Eg frætti herfyri, at ein útlendingur var komin higar seint í heyst - bara at síggja postkassan, men tá var hann niðurtikin. So, tað var eitt sindur spell, sigur Marjun S. Debes, borgarstjóri

Gamli postkassin, sum var úr timbri, var illa farin, nú hann varð niðurtikin