Rubio: Trump og Zelensky hittast kanska

Amerikanski forsetin, Donald Trump, fer helst at hitta sín ukrainska starvsbróður, Volodymyr Zelensky, í næstu viku á aðalfundinum hjá ST.

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, tosar við tíðindafólk á Ben Gurion flogvøllinum í Tel Aviv, har hann týsmorgunin skuldi halda fram til Katar. - Mynd: Nathan Howard

Tað segði amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, í dag.

 

Rubio sigur, at Trump framvegis er vónríkur um eina friðaravtalu millum Zelensky og russiska forsetan, Vladimir Putin.

 

Trump hevur havt "fleiri telefonsamrøður við Putin og fleiri fundir við Zelensky, og helst aftur í næstu viku í New York".

 

- Hann fer at halda fram at royna. Um friður er møguligur, so vil hann røkka honum, segði Rubio.

 

- Einaferð kann forsetin koma til ta niðurstøðu, at tað ber ikki til. Hann er ikki har enn, men hann kann koma til tað stigið.

 

Ritzau/AFP

 

##med2##

 

Amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, tosar við tíðindafólk á Ben Gurion flogvøllinum í Tel Aviv, har hann týsmorgunin skuldi halda fram til Katar. - Mynd: Nathan Howard