Ísraelski herurin fer inn í Gazabýin

Ísraelski herurin fór í dag longri inn í Gazabýin við landhermonnum.

Eitt roykskýggj stóð týsdagin yvir Gazageiranum, tá ísraelskar herdeildir fóru inn í eitt nýtt skeið í krígnum í Gazageiranum. Myndin er tikin frá ísraelsku síðuni av markinum til palestinska økið. - Mynd: Menahem Kahana/Ritzau Scanpix

Tað segði ein kelda á kunningarfundi, sambært altjóða tíðindastovum.

Herurin fór týsnáttina undir tað, sum hann lýsti sum høvuðsstigið í einum landgrunsátaki inn í Gazabýin.

- Herdeildirnar hjá Southern Command hava víðkað virksemið á landi til høvuðsvirkið hjá Hamas í Gaza, sum er Gaza City, sigur keldan.

Formaðurin í ísraelska tjóðartinginum, Amir Ohana, staðfesti, at eitt álop á landi inn í Gazabýin er í gongd.

Hernaðarkeldan metir, at túsundtals stríðsmenn hjá Hamas eru í størsta býarøkinum í Gazageiranum.

Ritzau/Reuters