Virkið heyst: Fólk eru vælkomin við hugskotum

Latið verður upp fyri hugskotum frá borgarum, um ynski er at samstarva við kommununa um eitt hvørt, sum stuðlar endamálinum. Eitt av endamálunum við Virkið Heyst er at sjónliggera tiltøk og átøk hjá áhugafeløgum, einstaklingum og øðrum

- Virkið Heyst hevur undanfarin ár verið í viku 39, men í ár verður Virkið Heyst í viku 41, sum er í døgunum 6. oktober til  12. oktober. Tvey onnur tiltøk verða knýtt í Virkið Heyst í hesum umfari. Talan er um Fjølmentanarvikuna og Heystglóð.

 

Soleiðis siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.

 

- Hesa vikuna í oktober verður býurin karmur um størri og smærri tiltøk, sum eitt nú skulu eggja borgarum at vera virkin saman og hugbundin. 

 

Vist verður á, at fjølmentanarvikan í høvuðsheitum er eitt átak, sum hevur til endamáls at viðurkenna, fevna og fagna teimum ymisku mentanunum, sum eru í Føroyum.

 

- Tí fara fleiri tiltøk eisini at bera brá av hesum. 

 

Í Klaksvíkar kommunu vísa tey á, at leygardagin hin 12. oktober verður Heystglóð, og tá er tað handilsvinnan, sum veruliga fer at spíla seg út við nógvum spennandi átøkum.   

 

- Hugskot til skránna eru vælkomin, tí eitt av endamálunum við Virkið Heyst er nevnliga at sjónliggera tiltøk og átøk, sum longu eru á skrá hjá áhugafeløgum, einstaklingum og øðrum.

 

Eisini verður latið upp fyri hugskotum frá borgarum, um ynski er at samstarva við kommununa um eitt hvørt, sum stuðlar hesum endamáli. 

 

- Á henda hátt fær kommunan bæði verið við til at varpa ljós á tiltøk, sum eru heilsu- og umhvørvisfremjandi, men eisini møguleika at menna nýggj og spennandi tilboð saman við borgarum, vinnuni og áhugafelagsskapum.   

 

Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at um fólk hava hugskot um møgulig tiltøk, sum ynski er at fáa við í skránna, skal boðast boðast frá í seinasta lagi mikudagin 30. september 2025.

 

Um heimasíðuna hjá kommununi kann fráboðast um eina leinkju við heitinum Virkið Heyst 2025.