Í farnu viku vóru umboð fyri Eysturkommunu á cruise-ráðstevnuni, Seatrade Europe í Hamburg.
Tað var annars í fjør, at Eysturkommuna fór undir at arbeiða miðvíst við at fáa smærri ferðafólkaskip, eisini nevnt "expedition ships", inn á Gøtuvík.
- Hetta arbeiðið tekur tíð, men úrslitini eru longu at hóma fyri framman. Í 2026 hevur eitt skip boðað frá, at tey ynskja at vitja í kommununi – og møguliga eru fleiri á veg.
Soleiðis siga tey í Eysturkommunu í dag.
Víst verður á, at ein týðandi liður í arbeiðnum at fáa fleiri vitjanir á Gøtuvík er at luttaka á ráðstevnum sum hesari.
- Her verða sambond knýtt við reiðarí og onnur týðandi samstarvsfólk. Eysturkommuna og aðrar føroyskar havnir høvdu í felag bás undir heitinum, Cruise Faroe Islands.
Lagt verður aftrat, at aðalmálið við hesum arbeiði er at stuðla undir menning av ferðavinnuni í kommununi, eitt nú at samskipa ferðavinnuveitararnar í kommununi enn betur og at geva hesum betur kor og størri inntøkumøguleikar.
- Á henda hátt skapa vit nýggjar møguleikar og tilboð í kommununi, sum gagna bæði eysturbúgvum og ferðafólkum, siga tey í Eysturkommunu í dag.