Sev skrivar, at fríggjadagin 12. september blivu sáttmálar undirskrivaðir við arbeiðstakarar í sambandi við bygging av nýggjari battaríhøll á Sundi. Bygningurin verður umleið 86 metrar langur og góðar 14 metrar breiður. Høllin verður ein stálhøll á betongfundamenti. Á tekjuni verður eitt 200kW stórt sólorkuanlegg monterað.
Articon hevði lægsta boð upp á byggiarbeiðið, MR-El hevði lægsta boð upp á elarbeiðið, og Tangavirkið vann útboðið til HVS-arbeiðið.
Arbeiðið at byggja battaríhøll, sum skal hýsa nýggju battarískipanini og synkronkompensatorinum, byrjar í næstum og væntast liðugt í juni 2026, og kostnaðurin er 24,7 milliónir.
Tøkniliga útgerðin er bíløgd, hetta er battarískipan á 18MW, synkronkompensator, transformarar og 10kV anlegg. Tá byggiarbeiðið er liðugt, væntandi í juni komandi ár, verður útgerðin sett upp.
Eftir ætlan verður klárt at royndarkoyra á heysti 2026, og klárt at seta í rakstur um ársskiftið 2026/27. Samlaði kostnaðurin væntast at verða 127 millióir.
- Hetta er eitt stórt stig á leiðini at fáa enn meira burtur úr vindorkuni í meginøkinum, sigur Haraldur S. Hammer, nevndarformaður í Sev.
- Vit hava góðar royndir úr Suðuroy, har tað í fjør bar til at koyra 100 prosent við vindorku og battaríum á elnetinum í tilsamans 110 samdøgur, og málið hjá okkum er at kunna gera tað sama í meginøkinum í 2027. Tvs. koyra við 100 prosent vindorku á elnetinum í tíðarskeiðum, tá nóg mikið av vindi er tøkur.