Seinnapartin í dag er fult umfar í Betrideildini hjá monnum.
Klokkan 14.45 byrjar dysturin við Stórá í Trongisvági millum TB og 07 Vestur. Klokkan 15 byrja tríggir dystir. Teir eru B36-B68 á ovara vølli í Gundadali í Havn, Víkingur-EB/Streymur í Sarpugerði í Norðagøtu, og KÍ-HB á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík. Klokkan 17 byrjar dysturin millum oddaliðið NSÍ og FC Suðuroy við Løkin í Runavík.
Verður hugt eftir miðaloddsunum altjóða veddingarfyritøkur lata upp á teir fimm dystirnar, so hevur NSÍ greitt tann størsta favorittleiklutin.
B36 og Víkingur hava á heimavølli eina greiða favorittstøðu, meðan favorittstøðan hjá KÍ er nakað minni. Einasti dystur við rættiliga jøvnum miðaloddsum er dysturin millum TB og 07 Vestur.