Í kvøld verður fyrra hálvfinalan í Champions League millum Real Madrid og Bayern Munchen. Í gjár spældi Atletico Madrid og Chelsea málleysan javnleik á Vicente Calderon í Madrid. Hetta er sostatt onnur Champions League hálvfinalan í spanska høvðusstaðnum upp á tveir dagar.
Størsta ivamálið undan dystinum er um Cristiano Ronaldo verður tøkur til dystin. Hann fór av vøllinum í fyrru fjórðingsfinaluni móti Borussia Dortmund og hevur ikki spælt síðani. Hann vandi í gjár og verður testaður undan dystinum í kvøld.
Fyri Bayern Munchen er eitt lítið ivamál um málverjan Manuel Neuer, men mett verður at hann spælir sum vanligt. Bayern Munchen vann týska meistaraheitið longu í mars mánaði, og hevur havt trupult við at halda fokus.
Liðið tapti ongan dyst til teir blivu meistarar, men hava síðani tapt tríggar av sjey teimum seinastu dystunum. Pep Guardiola, venjari hjá Bayern Munchen, leggur tó dent á, at hugurin at vinna er størri nú hálvfinalurnar eru á skránni.
Champions League hálvfinalur:
Í dag:
Real Madrid – Bayern Munchen (19.45)
Í gjár:
Atletico Madrid – Chelsea 0-0