Biden steðgar oljuleiðing millum Kanada og USA

Barack Obama steðgaði oljuleiðingini Keystone XL, men Donald Trump setti hana í gongd aftur.

Komandi forsetin í USA, Joe Biden, ætlar at steðga umstríddu oljuleiðingini Keystone XL millum Kanada og USA. Tað vita sjónvarpsstøðirnar CBC og CTV at siga við ávísing til keldur í stabinum hjá Biden.

Oljurørleiðingin skal føra olju, sum verður framleidd úr tjørustandi í kanadiska landspartinum Alberta, til amerikonsk oljureinsiverk í Texas. Oljurørleiðingin skuldi flyta 500.000 tunnur av olju um samdøgrið, og hesum hava nógv umhvørvisfólk funnist harðliga at.

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Barack Obama, steðgaði ætlanunum stutt fyri, at hann gavst sum forseti. Men Donald Trump broytti hesa avgerðina, tá hann tók við sum forseti.

Men hóast loyvi og hjálp frá Trump er Keystone XL steðgaður av dómstólum – teirra millum hægstarætti í USA – vegna tørvandi umhvørvisgóðkenningar. Tí er arbeiðið við at gera oljuleiðingina ikki byrjað enn.

Hinvegin er oljuleiðingin Dakota Access komin í rakstur.

Keystone XL kostar átta milliardir dollarar.

Boðini frá Obama um at steðga umstríddu verkætlanini komu í 2015, eftir at umhvørvisstríðsfólk høvdu mótmælt verkætlanini í sjey ár.

Umhvørvisfelagsskapir óttast, at oljuverkætlanin hevði ført við sær munandi øktan vanda fyri lekum, sum kunnu skaða umhvørvið. Rørleiðingin verður samstundis kallað ein CO2-bumba í stríðnum at handfara veðurlagsavbjóðingarnnar.

/ritzau/AFP