Handil
Tað sæst aftur í býarmyndini, at sethúsabygging og umbygging hevur fingið nógva ferð seinastu tíðina.
Fleiri nýggir handlar, sum hava við hetta virksemi at gera eru opnaðir, og seinasta skotið í so máta er Biga-køkar, sum í morgun læt dyrnar upp. Serliga eru tað køkar og baðiverisli, sum handilin hevur lagt seg eftir at selja, og hóast harða kapping, so tykist Petur ikki vera í iva um, at virksemið fer at bera til.
- Tað er jú nógv ferð á sethúsabyggingini. Og hóast talan er um fleiri kappingarneytar, so ivast eg ikki í, at rúm eisini er fyri okkum. Vit halda í øllum førum, at vit hava eina góða vøru at bjóða okkara kundum. Og tað ætla vit okkum at liva upp til, heldur handilsmaðurin.
Hann viðgongur annars eisini, at seinastu dagarnir hava verið nakað stressaðir, nú alt skuldi fáast upp á pláss, men tá dyrnar lótu upp mikudagin, var tann parturin av arbeiðinum liðugur.