Elisabet Vang er úr Hoyvík og luttekur javnan í kappingum sum eru líkar Burn Showdown. Í vikuskiftinum luttók Elisabet Vang í Bikini Fitness kappingunum, hetta valdi hon at gera tí at hon sá tað sum nakað áhugavert at prøva at kappast í Føroyum.
- Tað sum var so stuttligt, var stuðulin eg fekk gjøgnum alla kappingina, hann var ovur stórur, tað gjørdist ótrúliga rørandi at føla hvussu nógv ynsktu tað besta fyri meg, sigur Elisabet Vang. Eg hevði ongantíð ímynda mær at eg fór at hoyra so nógv rópa á meg í senn, og so megnaði eg eisini at vinna trý gull heiðursmerkir, sum bara gjørdi hetta til eitt enn serligari upplivilsi, greiðir hon frá.
Elisabet Vang venur vanligt, so tað er torført at siga júst hvussu leingi hon hevur vant fyri at gerast klár til Burn Showdown. Í septembur luttók Elisabet Vang í kapping uttanlanda, so tá Burn Showdown nærkaðist var hon sum so klár til tiltakið tí hon hevði longu luttikið ein stuttan mánað áðrenn á líknandi kapping.
- Eg eri ótrúliga nøgd við míni úrslit, tað er altíð pláss til at gerast betur, men eg eri nøgd. Eg arbeiðið tó móti størri vinningi, so eg fari at royna at venja fram móti at vinna »Overall« næstu fer, sigur Elisabet Vang. Beint nú gleði eg meg at brúka tíð saman við familjuni og vinfólki, tá eg venji fer so nógv tíð við tí. Eg gleði meg eisini at sleppa at eta allan mat aftur, soleiðis at eg kann venja og blíva betur. Eg havi verið á strangari kostætlan soleiðis at feittprosenti í kroppinum er nóg lágt. Tað er stravið, men tað er umráðandi at kroppurin fær alt tað honum tørvar samstundis sum feittprosenti ikki verður ov høgt, sigur Elisabet Vang. Tað gongur út uppá at geva kroppinum eina ávísa mongd av proteinum, feitt og kulhydratum. Tað varð gjørt við at eta ymiskt, sum eitt nú høsnarunga, rís og grønsakir tvær ferðir um dagin, og annars mat sum skyr, whey protein og frukt. Eisini eti eg vitaminir hvønn dag og inntaki eina ávísa mongd av vætu, greiðir Elisabet Vang frá.