Kemm fór í læru sum radiomekanikari á radioverkstaðnum hjá Olivur Næss við Hoydalsvegin í 60-unum. Teir umboðaðu m.a. Blaupunkt bilradio, Storno biltelefonir og Philips plátuspælarar til bilar. Plátuspælararnir vórðu nevndir kraftblokkar, tí hetta var um somu tíð, sum skipini fingu kraftblokkar. Bæði plátuspælararnir og kraftblokkarnir fiskaðu væl á hvør sín hátt.
Hóast Kemm fyrstu ferð koyrdi bil sum átta ára gamal, fekk hann sær ikki koyrikort, fyrr enn hann var 22 ár. Hann hevði tá koyrt bil og hýruvogn í fleiri ár. Tað var ikki fyrr enn hann bleiv steðgaður av politinum sum hýruvognsførari, at hann fekk sær vanligt og áteknað koyrikort. Kemm hevur fleiri áhugaverdar søgur, sum hann á sín skemtiliga hátt sigur frá í sendingini.
mg