Á vegastrekkjum har vegarbeiði er, eru vanliga skelti sett upp, sum vísa til eina lægri ferð ella bannað er at yvirhála. Rættiliga nógvir bilførarar akta als ikki hesi skelti og eru tí til stóran ampa ella vanda fyri onnur sum eru á vegnum.
Fyri at vísa at álvari er aftanfyri slík skelti, átti løgreglan at gjørt eitt landsumfatandi átak, har bilførarar sum ikki akta hesi skelti, sum eru uppsett verða revsaðir.
Bilførarar eiga at hava í huga, at koyra teir meira enn 20 km/t yvir tað, sum hesi skelti vísa, sleppa teir ikki við eini bót, men skulu upp til nýggja teori og koyriroynd áðrenn 3 mánaðir eru farnir og missa koyrikortið treytað í 3 ár.
Tað er nevniliga soleiðis at har tað við skeltum er ásett ein lægri ferð, enn tann vanliga galdandi hámarksferðin, skal bilførarin bert koyra 20 km/t ov skjótt fyri at nevndu avleiðingar gerast virknir - og ikki 30 km/t, sum vanligt er.
Um ferðmarkið er lækkað, t.d. á ávísum vegastrekkjum ella í samband við vegarbeiði, kann løgreglan somuleiðis taka koyrikortið beinanvegin frá bilførara, sum í vanligum bili koyrir meira enn 40 km/t skjótari enn loyvda ferðmarkið á staðnum, sigur Benny Ejdesgaard koyrilærari á heimasíðu síni.
Kelda: www.koyrilararin.fo