Bilførari meldaður fleiri ferðir fyri at koyra sum eitt ørt

Men tað fekk ein bráðan enda

Í gjárkvøldið var løgreglan tvær ferðir eftir einum bilførara, sum koyrdi ørt í Runavík, og har um vegir.

Tíðliga um kvøldið varð hann meldaður fyri at koyra sum eitt svakt og tá var løgreglan í samband við hann fyrru ferðina.

Løgreglan sigur, at tey høvdu einki ítøkiligt at skuldseta hann fyri, so hann fekk nøkur borgarlig orð við sær, og eina áminning um, hví ferðmarkið eigur at verða hildið.

Men tað hjálpti ikki nógv, tí seinni um kvøldið, beint eftir midnátt, ringdu fleiri fólk aftur til løgregluna at boða frá, at sami bilførari lá framvegis og koyrdi sum eitt ørt í Runavík.

Løgreglan sigur, at tey fóru eftir honum eina ferð afturat, men hesa ferðina fekk koyringin ein bráðan enda, tí bein áðrenn løgreglan kom fram, varð aftur ringt at boðað frá, at nú hevði hann rent á ein blómukassa.

Stoyturin var so harður, at bilurin fór í knús. Løgreglan fekk fatur á bilføraranum og nú er blóðroynd tikin av honum fyri at fáa greiði á um hann var heilt edrúur, tá ið hann koyrdi, sum hann koyrdi.

Ofta eru tað heilt ungir bilførar, sum verða lagdir undir at koyra skilaleyst, men tað var tað ikki talan um í hesum føri. Bilførarin var nevniliga ikki heilt ungur, sigur løgreglan.