Bilførari tikin fyri at roykja hassj

Annars merkir løgreglan ikki til øll jólaborðhaldini sum eru í hesum døgum

Mitt í nátt kom løgregglan í Havn fram á ein bil, sum stóð parkeraður, og tá ið løgreglufólkini fóru at kanna málið, varnaðust tey, at tað luktaði av hassji í bilinum.

 

Tríggir mans vóru í bilinum og tá ið teir vórðu kannaðir, fann løgreglan ein klump av hassji. Teir eru nú skuldsettur fyri at hava brotið lógina um rúsevni. Somuleiðis varð blóðroynd tikin av bilføraranum, sigur løgreglan.

 

Annars hevur tað verið stak friðarligt og løgreglan sigur, at tey merkja heldur ikki nógv til øll jólaborðhaldini, sum eru runt umkring í hesum døgum.

 

Og tey halda, at tað er tí, at nú er promillumarkið sett niður á 0,2 og tað merkir, at tann, sum koyrir bil, kann ikki drekka nakað sum helst, og tað vita fólk av.

 

Tá ið promillumarkið var 0,5, sótu fólk mangan og mettu um, hvat tey kundu drekka. Tað var ikki óvanligt at hoyra fólk siga, at tey kundu drekka tvær veikar øl, men ikki tvær sterkar øl, ella yvirhøvur sótu tey og roknaðu út, nær tey mundu koma upp undir promillumarkið. Alt sovorðið sleppa fólk undan nú, tí hon ber ikki til at drekka yvirhøvur, og tað vita fólk, heldur løgreglan.