Bilførarin ábyrgdina av flestu ferðsluvanlukkunum

Í septembur legði Statens vegvesen í Noregi fram eina greining av 226 deyðsvanlukkum á norsku vegunum í 2006. Kanningarnar vísa, at bilførarin í flestu førum hevði ábyrgdina av ferðsluvanlukkunum

Sámal Matras Kristiansen sigur í grein við Sosialin týsdagin, at føroyskt ferðslukjak er druknað í moralisering. Teknisk átøk skulu til, heldur hann.

Men hetta er bara partvíst rætt, tí kanningar, sum normenn hava gjørt vísa nevniliga, at bilførarin í flestu førum hevur ábyrgdina av ferðsluvanlukkuni.

Í 75 prosentum av vanlukkunum, sum hendu á norsku vegunum í 2006, var tað vantandi førleiki hjá bilføraranum, sum var atvoldin til ferðsluvanlukkuna.

Rúsur, møði, feilur við bilinum og vánalig skelting vóru eisini viðvirkandi orsøkir til deyðsvanlukkurnar á norsku vegnunum í 2006.

Sambært kanningini var ov høg ferð ein avgerandi orsøk til ferðsluvanlukkurnar.

Tað finnast tíverri ikki hagtøl ella nágreiniligar kanningar av ferðsluvanlukkunum í Føroyum, men roknast kann við, at myndin er tann sama hjá okkum.

Sámal Matras Kristiansen hevur rætt í, at tað eisini skulu teknisk átøk til. Men moralurin hjá bilførarunum fer altíð at hava tann avgerandi týdningin fyri ferðslutrygdina.

Vantandi førleiki hjá bilføraranum 75 %

Ferð 49 %

Rúsur 18 %

Møði 18 %

Ringt sýni (einki endurskin v.m.) 16 %

Trupul koyrilíkindi 16 %

Feilur/mangul við dekk/hjólum 12 %

Vánalig skelting 11 %

Forðan fyri útsýni 11 %

Sjúka 8 %

Sjálvvald vanlukka 8 %

Kelda: VG NETT