Fýra fólk fingu skaða í týska býnum Bottrop nýggjársaftan, tá ein maður við vilja koyrdi á fleiri fólk, sum vóru til gongu.
Tað upplýsir týska løgreglan, sum heldur, at talan var um ein málrættað álop, »sum kann skyldast fremmandahatur hjá bilføraranum«, skrivar løgreglan og ákærumynduleikin í eini felags frá boðan.
Fleri fólk úr Sýria og Afghanistan vóru í bólkinum, sum varð ákoyrdur í Bottrop stutt eftir midnátt.
Nøkur teirra hava fingið álvarsaman skaða.
Bilførarin er handtikin og verður skuldsettur fyri drápsroynd, upplýsir løgreglan í dag.
Tann 50 ára gamli bilførarin hevði upprunaliga roynt at koyra á ein fótgangara løtu frammanundan, men fotgangarin kláraði at loypa undan.
Síðani koyrdi bilførarin til miðbýin í Bottrop, hann koyrdi beint inn í mannamongdina, har hann særdi fýra.
Síðani helt hann fram til størra býin Essen, har hann búði. Her royndi hann at raka ein bólk av ungum fólkum, sum bíðaðu við eitt busssteðgistað.
Løgreglan handtók hann í Essen. Maðurin hevur viðgingið, at hann er fíggindaliga sinnaður fyri fremmandum, upplýsa týsku myndugleikarnir.
Bottrop, har tað búgva 120.000 fólk, er norðan fyri Essen og ikki langt frá hollendska markinum.
Tað er ikki fyrstu ferð, at slíkt hendir í Týsklandi. Í apríl koyrdi ein týskari ein vøruvogn inn í mannamongd við býin Münster. Har doyðu fýra, og fleiri vórðu særd. Í desember í 2016 koyrdi ein tunesiskur maður inn í ein jólamarknað í Berlin, har 12 doyðu.
/ritzau/dpa