Bilførarin rýmdi undan óhappi

Løgreglan hevur funnið bilin, men ikki føraran

Í morgun fekk løgreglan fráboðan um, at ein bilur hevði rent í bilaverjuna framvið vegnum við Kirkjuna við Gøtugjógv.

 

Tann, sum meldaði, boðaði løgregluni frá, heldur, at bilurin koyrdi alt ov skjótt

 

Men bilførarin rýmdi av staðnum og fór norðureftir. Men nummarplátan lá eftir, har óhappið hendi, so tað var lagamanni at finna útav, hvat fyri bilur, talan var um.

 

Síðani hevur løgreglan leitað eftir bili og bilførara og fyri lítlari løtu síðani varð bilurin funnin parkeraður norðanfyri.

 

Men nú roynir løgreglan so at fáa greiði á, hvør hevur koyrt bilin, men bilførarin er ikki funnin enn.