Bilhús og bilur kolaðist upp

Í nátt kom eldur í eitt bilhús í Kvívík. Bilhúsið kolaðist upp, og ein bilur, sum stóð inni í bilhúsinum, fór eisini upp í royk.

Tað var um hálvgum fýratíðina í nátt, at løgreglan í Vágum fekk fráboðan um eldin. Regin Jespersen, sýslumaður í Vágum, sigur, at sløkkiliðið fekk ikki gjørt tað stóra, tá ið tað kom á staðið, men tíbetur stóð bilhúsið frítt fyri, so eldurin spreiddi seg ikki.

Skaði á tveir bilar
Bilhúsið fór, alt sum tað var, upp í royk, og tað sama var galdandi fyri ein bil, sum stóð inni í bilhúsinum. Tveir bilar, sum stóðu nærheindis bilhúsinum, fingu eisini skaða av eldsbrunanum.
Regin Jespersen sigur, at enn er ikki staðfest, hvør orsøkin til eldsbrunan í Kvívík í nátt er, men serkøn fólk hjá løgregluni fóru í dag undir at kanna eldsbrunan nærri fyri at finna fram til orsøkina.