Bill Justinussen: Kanska var eg nakað óstortsligur

? Men eg farin ikki at velja siðseminevndina av nýggjum, bara tí at einstakir løgtingsmenn eru ósamdir við mær, sigur Bill Justinussen

? Men eg farin ikki at velja siðseminevndina av nýggjum, bara tí at einstakir løgtingsmenn eru ósamdir við mær, sigur Bill Justinussen

Siðseminevndin



? Kanska var eg nakað óstortsligur, tá ið eg valdi siðseminevndina.
Bill Justinussen, landsstýrismaður ásannar nú, at hann átti at verið farin øðrvísi fram, tá ið hann valdi siðseminevndina av nýggjum.
Hann sigur, at hann er so nýggjur í politiska starvinum, at hann hevur ikki ordiliga funnið útav, hvussu ein landsstýrismaður eigur at fara fram í øllum lutum, eitt nú tá ið nevndir og ráð skulu veljast, sum í hesum føri, tí enn kennir hann ikki allar tættir í tí politiska virkseminum.
? Tað havi eg ongar trupulleikar við at viðganga, leggur hann afturat.
Hinvegin ger hann heilt greitt, at hann velur ikki nevndina av nýggjum.
?Skal nevndin veljast av nýggjum, má onkur annar gera tað. Men tað fái eg heldur ongar trpulleikar av.
Hann sigur, at hann kann ikki broyta støðu, hvørja ferð, onkur løgtingslimur er ónøgdur, tí so skuldi hann broytt støðu alla tíðina.
Men samstundis heldur hann eisini, at tað, hann hevur gjørt, kann forsvarast.
? Tað er mín skylda, sum landsstýrismaður at velja siðseminevnd. Skuldu vit treytaleyst fylgt tilmælunum frá umsitingini, hevði tað verið rættast at tikið ábyrgdina frá landsstýrismanninum og latið umsitinginina valt nevndina, tí so sluppu vit undan trupulleikunum.
?Eg havi so onki ímóti at sleppa undan ábyrgdini av at velja siðseminevndina.
?Men eg má so eisini spyrja, hvat liggur í tí, at landsstýrismaðurin skal velja nevndina? Skal hann so ikki kunnu velja tey, sum hann vil og hevur álit á?, spyr landsstýrismaðurin.

Ikki valt vinfólk
Hann vísir eisini á, at tað, at nýggj nevnd er vald, merkir ikki tað, at hann hevur vrakað limirnar, sum sótu í nevndini frammanundan.
?Eg kenni ikki teirra hugsunnarhátt. Hinvegin kenni eg heldur ikki eg heldur ikki øll tey, sum nú eru vald í nevndina, tí eg havi ongantíð hitt summi av teimum og eg eri ikki vinfólk við nøkur av teimum. Tí er tað heilt burturvið at skíra hetta vina- og kenningapolitikk.
? Eg veit heldur ikki, hvørja politiska áskoðan hesi fólkini hava. Ongin av teimum hevur verið virkin í miðflokkinum og tann eini nevndarlimurin hevur enntá sitið á tingi fyri fólkaflokkin eitt skifti fyri nøkrum árum síðani.
Tí heldur Bill Justinussen als ikki, at hetta kann samanberast við málið, tá ið Signar á Brúnni, sum tá var landsstýrismaður, valdi útvarps- og sjónvarpsnevnd og fekk harðligar ábreiðslur fyri at hava valt ov nógv tjóðveldisfólk.
? Hinvegin kann ein landsstýrismaður ikki velja fólk í eina nevnd, sum hann als onki kenni til, tí tað er ómøguligt .
? Skuldu øll tey, eg kenni hugsjónirnar hjá, verið skúgvað til viks, hevði tað merkt, at túsundtals føroyingar frammanundan vóru diskvalifiseraðir og tað kann heldur ikki vera ætlanin.
? Hinvegin slepst ikki undan, at nevndir og ráð eru forlongdi armurin hjá politiska valdinum og tað hevði verið trupult at valt fólk í nevndina, sum eru politisk mótstøðufólk.
? Hevur nevndin onki við politikk at geva, hví skal hon so eljast eftir hvørt løgtingsval? Er talan um eina fakliga nevnd, eigur tað at vera umsitingin, sum velur hana og ikki landsstýrismaðurin.
Bill Justinussen sigur, at tey, sum gjørdu lógina, sum siðseminevndin arbeiðir eftir, hava ikki hugsað so nógv um samanhangin í arbeiðnum. Hinvegin hevur umsitingin mett, at reglarnr eiga at broytast, so at øll nevndin ikki verður skift út í senn.
?Sum er, kunnu nevndarlimir bara veljast aftur einaferð.
Fyri at tryggja samanhangin í vendina, gjørdi eg tískil av at velja fýra nýggjar limir í nevndina nú. Næstu ferð verða so teir tríggir læknarnir skiftir út, tí tá skulu teir skiftast út eftir lógini. Varð øll nevndin afturvald nú, skuldi eisini øll nevndin verðið skift út næstu ferð, eydnast tað ikki at broyta reglarnar.

Ósakligt
Samstundis átalar hann harðliga skuldsetingarnar frá Annitu á Fríðriksmørk, løgtingskonu fyri tjóðveldisflokkin, um at hann skal hava valt umboð fyri víðgongdar minnilutabólkar í siðseminevndina.
? Eg havi ikki valt umboð fyri ávísar samfelagsbólkar í nevndina.
Bill Justinussen sigur, at tað, hann hevur hugsað um, er at velja fólk í nevndina, sum hann metir eru væl skikkað at kjakast um siðsemiligar spurningar.
Hann sigur, at hann kennir teirra lívsáskoðan út frá tí, at tey tikið lut í almennum orðaskifti og tað er útfrá tí, at tey eru vald í nevndina.
? Men at døma Onnu Lenu Olofson út frá tí, at hon er kona Peter O. K. Olofson, heldur enn at døma hana útfrá tí, at hon er guðfrøðingur, er ósakligt.
? Tað er ósakligt bara at døma nevndarlimirnar út frá einum og sama felagsnevnara, nevniliga at tey hava gjørtvart við seg á átrúnaðarliga økinum og at gloyma allar aðrar felagsnevnarar, sigur Bill Justinussen.
? Harumframt er tað ein lóg, sum altíð skal fylgjast, tá ið nevndir og ráð verða vald og tað er javnstøðulógin, og sostatt umboða tær báðar kvinnurnar í nevndini, allar kvinnur í Føroyum, leggur hann afturat