Bilrøkt í egnum hølum við Velbastaðvegin

Fríggjadagin 11. apríl verður móttøka í nýggju hølunum hjá Sp/f Bilrøkt í Stiðjagøtu, og mánadagin 14. apríl letur fyritøkan hurðarnar upp til eitt nýtt tíðarskeið í søguni hjá fyritøkuni

Sp/f Bilrøkt er ein fyritøka í støðugari menning. Tað var Jákup á Borg, sum stovnaði fyritøkuna fyri umleið trimum árum síðan í Varðagøtu í Havn. Síðan varð flutt í størri hølir í Pedda v. Steingøtu, og nú verður so flutt í egnar virkisbygningar við Velbastaðvegin.


Sp/f Bilrøkt hevur keypt tveir virkisbygningar upp á tilsamans 650 fermetrar, sum eru á einum 2.300 fermetra stórum øki í Stiðjagøtu í vesturbýnum í Havn. Økið er við síðuna av teldufyritøkuni Formula og í somu gøtu sum heilsølubygningurin hjá Jógvani Weihe. Høvuðsbygningurin hjá Bilrøkt er beint við har sum ringvegurin verður gjørdur, millum kirkjugarðin og ídnaðarøkið við Velbastaðvegin.


Í sambandi við at Bilrøkt flytur í egnar virkisbygningar, fær fyritøkan nýggjan samleika og nýtt búmerki, eins og heimasíðan, bilrokt.fo, verður gjørd av nýggjum. Heimasíðan fer at vera dagførd alla tíðina, og lýst verður har við góðum tilboðum av ymiskum slagi.


Jákup á Borg sigur, at teir í hesum nýggju virkisbygningunum fáa heilt aðrar møguleikar og fortreytir at arbeiða undir. Ætlanin er at hava opið hvønn leygardag við serligum brúktbilatilboðum, samstundis sum høvi verður hjá fólki at vaska sín egna bil á økinum og fáa eitt prát við aðrar bilaeigarar.


Bilrøkt er ein allround fyritøka innan bilbranchuna og dekkar sera breitt við t.d.

leigubilum til nógv ymisk endamál, sum verða marknaðarførdir undir navninum Car Rental, klárgering av bæði nýggjum og brúktum bilum, Car-cosmetic, ið er polering, reinsan og lakkforsegling av bilum, eisini hava teir sølu av produktum til viðlíkahald og reingerð av bilum, og eina hjálpar- og flutningstænastu við trimum flutningsbilum, umframt at teir eisini hava mekaniskan bilverkstað og dekksølu við nútímans dekk- og balanseringsmaskinum. Fyritøkan selur eisini bingjur til øll endamál, og flutningstól til vinnulívið og annað.


Jákup á Borg sigur, at nú teir flyta í egin hølir verða ymiskar broytingar gjørdar, og tær ymisku tænasturnar verða útbygdar, eitt nú verður dentur lagdur á at útleiga góðar bilar til ein bíligan prís og alla tíðina hava góð tilboð til kundarnar.


Í sambandi við móttøkuna verður skipað fyri ymiskum sum t.d. eini framsýning av serligum bilum og motorsúkklum, umframt at okkurt verður bæði til tey vaksnu og til børnini, t.d. verður ein pylsuvognur har, eins og annað gott verður at fáa.


Í dag starvast níggju fólk í fyritøkuni. Tað eru feðgarnir Heini og Jákup á Borg og Geir Wardum, sum eiga og reka Sp/f Bilrøkt í Stiðjagøtu í Havn.