Biltrygging við arbeiðsloysi

Donsk bilasøla selur tryggingar ímóti at missa bilin, um kundin missur arbeiði.

Ein donsk bilasøla kemur nú við eini ótraditionellari loysn fyri at hjálpa upp á støðuna hjá bilaeigarum í hesum krepputíðum.

Tað er bilasølan Uggerhøj Biler í Norðurjútlandi, sum selur tryggingar ímóti at missa bilin, um kundin missur arbeiði.

Talan er um eina arbeiðsloysistrygging hjá kundanum.

Stjórin í Uggerhøj Biler, Sten Uggerhøj, sigur, at tað er ofta soleiðis, at tá fólk missa arbeiði, er bilurin tað fyrsta, tey hugsa um at sleppa sær av við.

Við hesi nýggju arbeiðsloysistrygging gjalda vit lánið fyri bilin í 12 ella 24 mánaðir.

Um kundin samstundis teknar eina servicekontrakt, er hann fult tryggjaður ímóti óvæntaðum útreiðslum.

Fólk eru ótrygg fyri tíðina, tí arbeiðsloysi veksur. Men vit vilja gjarna hava at okkara kundar kenna seg tryggar, sigur stjórin Sten Uggerhøj við heimasíðuna Bilpriser.dk.

TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum