Beint eftir klokkan átta í morgun fekk løgreglan á Tvøroyri fráboðan um, at ein bilur var farin av vegnum og endaður á takinum. Hetta hendi beint uttanfyri tunnilsmunnan á Hvalbiartunlinum, tað er tunnilin millum Hvalba og Trongisvág, hvalbiarmegin.
Ein einsamøll kvinna varð í bilinum. Hon var sera skelkað eftir óhappið og gramdi seg um pínu í rygginum eftir brestin. Hon varð tí flutt á Suðuroyar sjúkrahús til kanningar.
Jaspur Vang, økisleiðari hjá løgregluni í Suðuroy, greiðir frá, at kvinnan kom koyrandi úr tunlinum, á veg til Hvalba, tá hon misti tamarhaldið á bilinum, allarhelst orsaka av hálku, gleið tvørtur um vegin og út av vegnum í ovara borð, har bilurin endaði á takinum. Bilurin hevur fingið nakað av skaða framman.
Landsverk boðar annars frá at hált og krapi er um alt landið.