- Bilur rent í mannamúgvu í Newcastle

Fólk, sum vóru savnað til eina bønarløtu, vórðu árend av bili

Ein bilur hevur rakt ein bólk av fólki í Newcastle í Bretlandi, skriva fleiri bretskir miðlar. Enn eru eingin boð um, at nakar er deyður. 

Løgreglan sigur, at hendingin einki hevur við terror at gera. Ein persónur er handtikin, sigur talsmaðurin hjá løgregluni, sum ikki vil siga meira um støðuna enn. 

Bjargingarfólk vátta, at fleiri fólk hava fingið hjálp eftir hendingina. Fólkini vóru savnað saman í samband við eina eiðbøn, sum markerar endan av ramadanini. Tað er tó ikki váttað av løgregluni enn. Hendingin fór fram við Westgate Road, tætt við eina mosku. 

/ritzau/