Bilur stolin á Tvøroyri

Ein maður er tikin fyri at hava stolið ein bil og fyri at hava koyrt ávirkaður

Í nátt varð ein bilur stolin uttanfyri eini hús á Tvøroyri.

 

Stuldurin var uppdagaður beint fyri døgverða í morgun.

 

Ábendingar vóru um, hvør tjóvurin mundi vera og eina løtu seinni varð hann funnin og handtikin.

 

Løgreglan sigur, at maðurin hevði tikið lyklarnar heima hjá eigaranum og varf farin við bilinum og hevði so sett hann frá sær aftur í sama standi, hann varð tikin í.

 

 

 

Maðurin er nú skuldsettur fyri stuldur og fyri at hava koyrt ávirkaður av rúsdrekka.