Bilur stolin í Havn í nátt

Lykilin lá helst í bilinum, sigur løgreglan


Í nátt er ein bilur stolin á Fugloyarvegi í Havn.

Bilurin stóð upp á pláss, tá ið eigari legði seg í gjárkvøldið, men í morgun varnaðist hann, at hann var horvin.

Talan er um ein gráan Citroen Xantia, stationvognur frá 1998, og nummarplátan er LN 608.

Løgreglan sigur, at eigarin hevur ringt runt til fólk, sum kunnu hugsast at hava ”lænt” bilin í nátt, men tað gav einki úrslit.

Løgreglan sigur eisini, at tey hava leitað í Havn, men tað hevur heldur ikki givið úrslit. 

Bæði Tryggingarfelagð Føroyar og Trygd søgdu við in.fo á nýggjárinum, at fær bilur skaða, sum er stolin við lyklinum í, er tað langt frá vist, at eigarin fær endurgjald frá tryggingini.

Tað er eisini vandi fyri, at eigarin má sjálvur rinda fyri skaða, sum bilurin elvir til hjá øðrum, tí tað er heldur ikki vist, at ábyrgdartryggingin rindar fyri skaðan.

Bæði tryggingarfeløgini løgdu dent á, at eigarin hevur skyldu at tryggja bilin so væl sum gjørligt og ein partur av tí er at taka lyklarnar úr bilinum og at læsa hann, tá ið hann stendur parkeraður.