Bilurin endaði langt niðri í bønum

Bilurin á myndini stóð á parkeringsplássinum við miðnámsskúlan í Hovi og er endaður langt niðri í bønum.

Tað var serliga í Suðuroy, at stormurin gjørdi um seg fyrrapartin við nøkrum skaðum kring um í onkrum av bygdunum í oynni.

 

Sum tíðin gekk, herjaði stormurin eisini á norðari á landi, og veðrið gjørdist ógvuliga ónossligt við nógvum vindi og vátaslettingi.

 

Bilurin á myndini, sum í morgun stóð á parkeringsplássinum við miðnámsskúlan í Hovi, endaði rættiliga langt niðri í bønum.

 

Onkur annar bilur feyk eisini á parkeringsplássinum við miðnámsskúlan og gjørdi skaða á aðrar bilar.

 

Um fólk kring landið eiga myndir av illveðrinum, eru tey vælkomin at senda tær til post(at)sosialurin.fo og leggja ein tekst við.