Er tín bilur bensin, diesel, el ella annað?
- Bensin.
Hvørjar royndir hevur tú av bilinum?
- Eg keypti bilin í 2019 og brúki hann at koyra millum Klaksvík og Havnina. Hann koyrir framvegis sum fyrsta dagin. So, royndirnar eru góðar.
Tað sigur Beinir Johannesen í Klaksvík.
Hugsar tú um el-bil til næsta keyp?
- Enn hugsi eg ikki um eitt komandi bilkeyp. Bilurin koyrir væl, og tí havi eg ikki fyri neyðini at skifta hann út.
Beinir Johannesen leggur aftrat, at tá tann tíðin kemur, at bilurin skal skiftast, fer hann eisini at hyggja eftir møguleikanum við el-bili.
(Í seinasta VikuskiftisSosiali høvdu vit serblað um bilar)