Bogi Eliasen
cand.scient.pol
Altjóða yvirgangur
Yvirgangur hevur verið ein partur av heimsmyndini í nógv ár, men altjóða yvirgangurin er ikki rættiliga komin fyri seg fyrrenn í hesi øldini. Ein orsøkin er meira framkomna og viðbrekna samfelagið, sum ger tað møguligt at gera stóran skaða við rímiliga einfaldum vápnum. Nógv verður tosað um, at talan í dag er um altjóða yvirgang. Yvirgangurin verður í dag ikki bert framdur í økinum, har yvirgangsmennirnir ynskja broytingar. Al-Qaeda vil hava vesturlendska ávirkan burtur frá muslimsku londinum, sum teir siga verða rænd. Yvirgangsmennirnir vit higartil hava sæð í vesturlondunum, eru tó ikki fólk búsitandi í hesum lond-um, men fólk sum búgva í fyrstaheimslondum. Ein bretskur imanur, segði herfyri sambært BBC, at nógvir muslimar gerast fanatiskir í fongslunum í Bretlandi. Hetta nemur við trupul-leikar, sum mugu takast fram í samband vid kríggið ímóti yvir-gangi. Manglandi integratiónin í nógvum av ríkaru londunum ger, at partur av muslimunum kenna seg útihýstar av samfelagnum. Hetta ger, at ístaðin fyri at gerast partur av samfelagnum teir eru komnir til, lata bólkarnir seg aftur og leita aftur til átrúnaðin og mentanina, sum teir eru komnir frá. Harafturat eru bólknarnir vitni til, at lond teirra liggja í andaleypi, bæði orsakað av vesturlendskari ávirkan serliga tey seinastu 100 til 150 árini, men eisini av harðrendum leið-arum. Einstaklingarnir, sum onkuntíð eru fyrsta ættarlið av innflytarun, men eisini annað og triðja, kenna seg ikki góðtiknar sum part av samfelagnum teir búgva í, og duga heldur ikki at síggja at teir hava nakað annað at fara til. Al-Qaeda ynskir eisini at sleppa av við mutraðar leiðarar í Miðeystri, bin Laden hevdi einki gott at bera Hussein. Júst tað at tosað verður um 3. ættarlið av innflytarum, sigur eitt sindur um hvussu torført tað er at gerast samrunnin partur av einum samfelagi. Sum íslendski vinmaðurin Atli spurdi donsku lestrafelag-arnar, "hvis man kan være 3. generations indvandrer, hvornår fanden bliver man så dansker?"
Ein stórur spurningur er, hvussu stóran veruligan stuðul al-Qaeda hevur. Tí rætt er, at bólkurin megnar at útinna ræðuligar atsóknr við jøvnum millumbili, men tað sær ikki út til at hann megnar meira enn tað.
Islam er kollveltandi
Islam er vorðið kollveltandi, tað er her ónøgdin verður sett í bás. Rákið elvir til broytingar í samfeløgum okkara, tí kollveltingarsinaðir islamistarnir stríðast eisini fyri at umvenda kristnu londini. Í donsku fjølmiðlunum bleiv herfyri víst á, at fleiri ungir danir konvertera til islam og at hetta skal síggjast sum ein ungdómsuppreistur. Hetta verður brúkt sum provokation, eins og kommunisman var fyrr. Tí meta summi, at undirtøkan fyri islam kann sammetast við kolveltingar-sinnaðu kommunistarnar í 60unum og 70unum.
Kolveltandi broytingar
Vit tosa nógv um alheimsgerðina og allar tær broytingar hon hevur við sær. Tað er rætt, at alheims-gerðin broytir heimin, men vit geva okkum ov lítið far um, hvussu stóra broyting ógvusligu yvirgangsatsóknirnar hava havt. Hart vunnin mannarættindi verða skúgva til viks, og myndugleikar tykjast vilja pantseta partar av frælsa fólkaræðinum í stríðnum ímóti altjóða yvirgangi, sum ikki minst kom til sjóndar í "shoot to kill" politikkinum hjá Metro-politan Police í London, tá ein brasilskur unglingi uttan ávaring bleiv skotin sjey ferðir í høvdið. Tað hevur seinni víst seg, at maðurin einki hevði við yvirgang at gera.
Vit leggja ikki so væl merki til tað í gerandisdegnum í Føroyum, men kring vesturheimin hava muslimar og serliga fólk úr Miðeystri strong kor. Rasisman sum var áðrenn hetta slagið av yvirgangi tók seg upp, er vorðin nógv verri.
Eg fari her at royna at taka nakrar høvuðshendingar fram um hetta evni seinastu árini, sum vísir okkum, hvussu nógv hesar hendingar hava skakað og broytt okkum.
Yvirgangur ikki nýtt
Yvirgangur og yvirgangsatsóknir er ikki eitt nýtt fyribrygdi, men mátin altjóða yvirgangurin nýtir nú, hevur kanska størri ávirkan enn nakrantíð. Orsakirnar eru fleir, bæði tí heimurin í dag er vorðin minni við atgongd til tøkni. Lætt er at ferðast kring heimin, skjótt samband kann haldast við fólk umvegis telefon, teldutøkni, út- og sjónvarp. Tøkniligu frambrotini gera, at nógv meira umfatandi samskifti og ferðing fer fram, og samstundis at hetta verður gjørt í eini rímiligari frælsari skipan. Eftirlit er, soleiðis at t.d. amerikanska fregnarstænastan CIA, kann byrgja fyri atsóknum ímóti amerikonskum áhugamálum, men alt verður ikki kannað, tí so fer dynamikkurin úr skjótleikanum í okkara tøkniligu frambrotum.
Røkkur víða
Kunningartøknin ger, at yvirgangsforsprákarar, sum t.d. Osama bin Laden, kunnu røkka víða við sínum boðskapi, uttan at skula at verða á staðnum. Soleiðis kann hann boða sín boðskap og samstundis fjala seg fyri amerikumonnum. Við at brúka kunningartøknina er eisini lættari at fáa nógv fólk at taka undir við hansara hugsjón. Hóast tað neyvan er ein stórur procentpartur í nøkrum landi, sum veruliga stuðlar bin Laden, so fær hann fatur á samhugsandi kring knøttin, sum bumbuat-sókninar í London eru prógvið um. Hesar hava eisini skakað vesturheimin, tí tað tykist ikki sum at bumbumennirnir hava havt nakað beinleiðis samband vid bin Laden ella hvønn annan, og tað sigur okkum so mikið, at talan ikki bert er um at net av yvirgangsmonnum, men um eina rørslu, har smáir bólkar ella einstaklingar sjálvir taka stig til yvirgangsatsóknir, hetta við íblástri frá bin Laden og teim sum boða hansara boðskap. Bin Laden brúkar somuleiðis tøknina til at savna alla arabiska átrúnaðarliga samleikan, til tess at berjast ímóti vesturheiminum í Afghanistan, Irak og aðrastaðni kring heimin.
Bretland útvísir
Bretland hevur longu tikið avleiðingina av hesum og vísir av landinum imanar (muslimskir prædikumenn) sum prædika soleiðis, at tað kann skiljast sum ein stuðul til at fremja yvirgangsatsóknir. Hetta er ein bein-leiðis avleiðing av at muslimskir bretar sprongdu og royndu at spreingja bumbur í London. Bretland hevur í tíðir annars verið plágað av sama trupulleikanum, tí IRA hevur skipað fyri fleiri atsóknum. Í Danmark er eisini komið eitt uppskot um at kunna taka ríkisborgararættin frá fólki, sum gera slík lógarbrót. Spurningurin er so bara hvar tey so skulu fara, tí Danmark loyvir ikki duppultum ríkisborgara-rætti?
Irak
Tað er lítil ivi um, at ein partur av uppreistrarmonnunum í Irak hava fullan stuðul frá bin Laden, eins og Bin Laden var hollur stuðul hjá Talebanunum í Afghanistan. Serliga víðgongdu sunnimuslimar tykjast at taka undir við bin Laden. Hesir hava tikið sær stórt vald í Irak í dag, og vandi er fyri, at um irakar ikki semjast um ein grundlógarleist, endar tad við borgarakríggi. Tað er í øllum førum greitt, at sameinda hermegin og fyribilsstjórnin í Irak ikki hava valdið í øllum landinum, og at uppreistrarbólkarnir ikki fara fram við mýkingum, har teir ráða fyri borgum. Í skrivandi løtu, er seinasta upskotið júst sent til partarnar.
Ávirkan á vesturlond.
Endamálið við yvirganginum hjá Al-Qaeda er at skaka vesturheimin, at fáa hesi londini at taka seg burtur úr muslimska heiminum,. og eisini at fáa fastatøkur í vesturheiminum. Tað sum ger, at tað ber til at koyra andaligu herferðina, er partvíst tí at flestu av hesum londunum hava verið hjáveldi hjá vesturevropeiskum londum, og handilsliga hava vesturlond enn stóra ávirkan og tí eisini eina undirbrotligheit, serliga nú hesar mentanir, sum vóru sera frammaliga, eru farnar niður á bakka seinastu 100 árini. Og frá at hava havt stoltar heims-miðdeplar, at verða menningarlond eyðkend av einaræði, órætt-vísi og fátækradømi. Soleiðis er endamálið hjá bin Laden at fáa muslimar at standa saman, at vinna tey muslimsku heilagu økini undir rætt muslimsk ræði aftur, og tað merkir eisini at fáa amerikanskar herstøðir úr arab-isku londunum, har Palestina/ Ísrael orrustan eisini hevur eitt stórt virði. Mobilisering hevur eisini verið til stríð fyri muslimskum ræði í Kaukasus og kanska serliga Tjetjenia. Eisini var ein ávís mobilisering til kríggið á Balkan í fyrrverðandi Jugoslavia.
Bin Laden hevur skapt ótryggleika
Laden hevur ikki eitt stórveldi, sum kan bjóða vesturheiminum av, men hann hevur megnað, við einføldum, men væl tilrættarløgdum ætlanum at skaka og ræða vesturheimin. Nevniliga at skapa ótryggleika, hevur altíð verið eitt av endamálunum við yvirgangi, og tað hevur eydnast honum. Yvirgangurin skal millum annað fáa ræðsluna at oyði-leggja vesturlendsku samfeløgini. Vit hava sæð hesi gott 4 árini bardagin ímóti altjóða yvirgangi hevur verið, at fleiri sonevnd vesturlendsk virðir eru sett undir trýst. Vesturheimurin breggjar sær av at vera frælsi heimurin, men allíkavæl ber til at hava fólk sitandi sum fangar í fleiri ár uttan rættindi í eini hernaðarlegu í øðrum landi. So er tað sjálv handfaringin av fangunum, har ræðuleikarnir í Abu Graib ikki kunnu gloymast. Flestu lond hava økt um møguleikarnar at hava eftirlit fyri at byrgja fyri yvirgangi, og m.a. er nýggjasta tiltakið í Danmark ein lættari atgongd til húsaransókn. Í London bar av. Bumbuatsóknirnar skelkaðu øll, men løgregluna somikið, at hon gav boð um at skjóta fyri at drepa, um tað varð mett neyðugt. Hetta elvdi til, at ein púra ósekur brasiliubúgvi fekk 7 skot í høvdið, helst uttan at hava havt møguleika at verja seg. Løgreglan royndi at fjala mistakið, men hendingin í sær sjálvum vísir, hvussu skjót vit kunnu verða at seta reglur í verk, sum í veruleikanum kunnu enda við at niðurbróta okkara samfelagsskipan, tá vit verða sett undir trýst. Í Bretlandi var eisini gølan við vápnaserfrøðinginum David Kelly, sum lak upplýsingar til BBC, helst tí hann metti bretsku stjórnina misbrúka vitanina um Irak. Han kom undir stórt trýst, og at enda tók hann lívið av sær.
Irak kríggið
Fleiri vestanlond valdu somuleiðis at fara í kríggj ímóti Irak, sum helst eisini var í lagi uppá fleiri mátar, men bara ikki mátan tað bleiv gjørt uppá. Saddam var ein búrkroppur, sum helst skuldi burtur. Nógv vistu, at tað ikki fór at verða lætt, og tí hildi flestu eygleiðarar, at ein ætlan um innrás varð tengd at eini ætlan at byggja landið uppaftur, men so var ikki. Sagt varð eisini, at Saddam hevði hópoyðingarvápn, men hesi blivu ikki funnin. Hví var USA so víst í, at vápnini vóru har&seljarin veit sum oftast hvønn hann hevur selt til, ella&?
Eingin ætlan
Men at fara inn í eitt land sum Irak, uttan at hava eina greiða ætlan við hvussu landið skuldi endurbyggjast, er óðamannaverk. Irak er ikki eitt søguligt land og býtt sundur í nógvar partar, bæði etnisk, átrúnaðarligt, mentunarligt og málsliga. Tí var givið, at tað ikki fór at verða lætt at fáa heildina at virka, tá Saddam var rikin frá. Eitt annað eru allar muturgølurnar, sum eru komnar og eru ávegis. Tað varð longu mutrað áðrenn í sambandi við olju fyri mat, verkætlanina. Men tað sum seinastu tíðina er komið fram, um hvussu USA hevur brúkt oljupengarnar í Irak, er ikki serliga fyrimyndarligt, tá hugsað verður um, at orsøkin at fara í kríggj eisini var at reka ein ódemokrat av vøllinum, og at fáa at dygdargott irakiskt demokrati við góðari stjórnarførslu. At stríðið ímóti yvirgangi eisini verður blandað uppí innanríkisorrustur, kom fram í Spania, sum jú hevur havt sítt egna stríð við baskiska ETA. Táverandi forsætismálaráðharrin var eisini skjótur at geva ETA skyldina, tá bumbuatsóknirnar vóru í Madrid í fjør. Tað gjørdist tó skjótt greitt, at talan ikki var um ETA, men um al-Qaeda.
Í hesum døgum verður arbeitt av øllum alvi fyri at fáa eina grundlóg fyri Irak, men teir tríggir høvuðspartarnir hava ilt við at semjast, og tá landið samstundis er illa plágað av borgarakríggi og yvirgangsatsóknum, ja so er spurningurin um skilið í dag er betri enn undan innrásini?
Fregnartænasturnar sovið?
Í USA er tað ein afturvendandi spurningur, um hví yvirgangurin 11. september kundi henda, og tað er komið fram, at fleiri ávaringarljós vóru, men at tey ikki vunnu frama. Somuleiðis tykist tað, sum um at vesturlensku fregnartænasturnar ikki hava verið vitandi um umfatandi muslimska samanhaldi, serliga tá talan er um uppreistur. Helst hava muslimar longu ferðast til fyrrverðandi Juvoslavia, fyri at berjast saman við muslimunum. Eins og tað júst er komið undan kavi, at Laden helst hevur fingið venjing frá CIA, tá hann bardist saman við mujahedinunum ímóti sovjetisku innrásini í Afghanistan. Tað tykist eisini sum um at fregnartænastuupplýsingarnar um Irak hava verið antin ov vánaligar ella misbrúktar við vilja. Ein líknandi støða tí bretsku við Kelly tók seg upp í Danmark, tá Frank Grevil í donsku fregnartænastuni lak upplýsingar til fjølmiðlar, fyri at vísa á skeivleikar.
Tað er tó givið, at altjóða yvirgangur er ein stórur trupuleiki, og ST arbeiðir somuleiðis nógv fyri at loysa henda trupuleika. Í mínum hugaheimi er eingin ivi, at bin Laden er ein búrkroppur, sum skal steðgast. Men vit mugu ansa eftir, at vit ikki selja okkara samfelagsvirðir í hesum stríðnum.
Mugu verja egin demokratisk virði
Í dag verða vit noydd at berjast ímóti yvirgangi, sum tí Osama bin Laden stendur fyri. Men vit mugu ansa eftir, at vit sjálvi ikki fáa snævurskygd samfeløg í hesum stríði. Stríðið hjá vesturheiminum má verða at vísa á virðini í frælsum skipanum, sum tað bestu samfelagskipanina, eins og vit sjálvandi mugu brúka fregnartænastur og hermegi til at fanga búrkropparnar og forða fyri fleiri atsóknum. Men tá bólkar sjálvir taka stig til slíkar atsóknir, sum tær í London, er givið at arbeiðast skal eisini við muslimsku bólkunum í Evropa. Í hesum spælinum hevur Turka-land alstóran týdning, tí sleppur Turkaland tættari ES, kann tað skiljast sum ein størri opinleiki ímóti muslimum. Vit hava longu trupulleikar av strongum sonevndum yvirgangslógum, men eisini ein illvilji ímóti muslimum og serliga arabum er við at fáa fastatøkur, og tað kann elva til enn fleiri atsóknir í Evropa frá muslimum, sum kanska hava búð í t.d. Bretlandi ella Danmark at kalla alt lívið.
At halda fast um okkara virðir er tað týdninarmesta amboðið í orrustuni ímóti yvirgangi. ST hevur júst átalað Bretlad, orsaka av ætlaninum um útvísing av fanatiskum muslimun, so kjakið er byrjað. Tað er givið at kríggj, eisini hetta ímóti yvirgangi, ger at onnur tiltøk enn í vanliga gerðandisdegnum eru neyðug, men vit mugu ansa eftir ikki at missa okkum burtur í hesum stríði.