Bioanalytikarar hava fingið nýtt merki

Føroyskir bioanalytikarar hava fingið nýtt búmerki, sum Hildigunn Heinesen hevur gjørt. Tað er avgjørt á limafundi hjá felagnum fyri føroyskar bioanalytikarar.

Nýggja merkið er ein fimmhyrningur á grøna bakgrund, har tað stendur bioanalytikari undir. Merkið er úrslit av einari búmerkjakapping, sum felagið fyri bioanalytikarar í Føroyum skrivaði út. Bara eitt uppskot kom inn til kappingina, men felagið helt uppskotið vera so mikið gott, at nevndin gjørdi av at arbeiða víðari við tí.
Hildigunn Heinesen átti uppskotið. Hon hevur lagt dent á fimmhyrningin, sum skal ímynda sergreinar hjá bioanalytikarum. Sergreinarnar eru klinisk biokemi, klinisk immunologi, klinisk mikrobiologi, klinisk fysiologi/nuklearmedisin og klinisk patologi/histologi.
Felagið hjá bioanalytikarum, áður nevndir laborantar, hevur gjørt av, at bara tey, sum hava útbúgving sum bioanalytikarar, kunnu nýta merkið. Tey, sum eru limir í felagnum, fáa tað í gávu.