Skip og umvæling
Seinastu dagarnar hevur skonnartin, Norðlýsið, staðið á bedingini hjá Tórshavnar Skipasmiðju. Tað er tó ikki stórvegis, sum gjørt verður við skipið.
- Hetta er vanligt viðlíkahald, sum Birgir Enni sjálvur tekur sær av. Botnurin verður vaskaður og málaður.
Á Skipasmiðjuni siga tey, at nú minni er at gera á bedingini, var høvi hjá Birgiri at fáa skonnartina upp.
Dúgvan og Vitin
Herfyri stóð strandfaraskipið, Dúgvan, á bedingini. Hon er til árligt eftirlit og liggur nú við bryggjuna, har restin av arbeiðinum verður gjørt.
Sandbáturin, Vitin hjá Sandgrevstri í Fuglafirði, er eisini tikin upp, men sum skilst á Tórshavnar Skipasmiðju, er ikki tað stóra at gera við skipið.
- Viðhvørt er gott pláss á bedingini; aðrar tíðir er trongligt. Í løtuni er ikki nógv bedingsvirksemi. Soleiðis er tað nú einaferð í hesi "bransjuni", siga tey á Tórshavnar Skipasmiðju.