Birita næstformaður í DJØF í Grønlandi

Birita í Dali er nú næstforkvinna í norðaligastu greinini av DJØF.

Grønlendska deildin av fakfelagnum DJØF hevur fingið nýggja leiðslu, og tað er Mira Kleist, ið er forkvinna, og næst henni er Birita í Dali av Tvøroyri, sum býr í Grønlandi.



Hetta skrivar Sermitsiaq.



DJØF er fakligur felagsskapur fyri útlærd og lesandi innan jura, økonomi og samfelagsfrøði, og tað eru eini 90.000 limir í DJØF í Danmark og aðrastaðni.




Í Grønlandi verða nevndarlimirnir valdir innan grønlendska Sjálvstýri, Inatsisartut, Kommunurnar, Grønlendska Universitetið, Umboðsmannin fyri Inatsisartut, Nukissiorfiit og Grønlendska Handilsskúlan.