Bergur Debes Joensen er tann yngsti av teimum fimm valevnunum, ið eru uppstillað til biskupsvalið. Hann er nú farin til Afrika at undirvísa komandi prestum hetta til desember í Krists luthersku kirkju í Nigeria, men hann hevur avtalað við Sudanmissiónina, at verður hann valdur bispur, gongur leiðin beint heim til Føroya.
Hví hevur tú valt at lata teg stilla upp sum bispur?
Eg var staddur í Barentshavinum, tá eg fekk eina uppringing. Eg hevði tá ikki hugsað so nógv um meg sjálvan í hesum starvinum, men í fleiri ár havi eg hugsað nógv um týdningin, hetta starvið hevur.
- Tá ein fær eitt ytri kall, eigur man at taka tað í álvara, sigur Bergur Debes Joensen.
- Eg legði tað í bøn til Guð. Tosaði við konuna, og konan tosaði við børnini. Eftir tað varð avgerðin tikin at lata meg stilla upp.
- Tað er eisini tað at vera við til at siga sína hugsan um føroysku kirkjuna framyvir og fáa eftirkanna kirkjuskipanina, sigur prestur, sum heldur, at starvið samsvarar væl við tær andaligu royndir, hann hevur gjørt sær higartil.
Bergur Debes Joensen vísir á, at hóast hann nú sum 41 ára gamal er yngstur av biskupsvalevnunum, so hevur hann havt andaliga ábyrgd og fingið leiðsluroyndir síðan hann var 17 ára gamal, tá ið hann tók við leiðsluni í KFS í Hoydølum. Tá hann var fyrst í 20’unum, var hann nevndarlimur og seinni formaður í Eliaskirkjuni í Keypmannahavn. Sum 28 ára gamal gjørdist hann settur aðalskrivari í Kirkjuligu Heimamissiónini við tá umleið15 starvsfólkum undir sær, umframt at hann eisini var ungdómsráðgevi og blaðstjóri á Trúboðanum. 30 ára gamal gjørdist hann prestur og 34 ára gamal formaður í høvuðsstýrinum fyri Heimamissiónina.
- Eg havi altíð havt áhuga fyri leiðslu og nýggjum avbjóðingum, sigur Bergur Debes Joensen, sum hevur tikið skeið í leiðslu á Skeiðsdeplinum í Tórshavn og skeið í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum.
- Eg haldi meg vera »ílatnan« til hetta, sigur hann og sipar til biskupsembætið.
- Kalendararnir hjá mær prógva, at síðan eg var 17 ára gamal, havi eg brúkt alla tíð og frítíð upp á leiðslu og boðan. Hvussu tað hevur gingist mugu onnur so meta um, sigur Bergur Debes Joensen.
Bispur í avmarkaða tíð
- Um eg verði bispur, so skal eg ikki sita alt ov leingi.
Bergur Debes Joensen skýtur upp, at bispur situr tvey 5 ára skeið, og sjálvur sigur hann, at verður hann valdur, so hevur hann skriftliga lovað, at verður biskupsstarvið ikki áramálsett við lóg, leggur hann frá sær, tá ið 5 ár eru liðin við tí møguleika at lata seg stilla upp eina 5 ára setu afturat. Men verður við lóg sett longri áramálseting á biskupsskeiðið enn 5 ár, vil Bergur Debes Joensen sita tað longri. Líknandi skipanir eru í lutherskum kirkjum í londum sum Slovakia og Nigeria, vísir hann á, og spurningurin hevur eisini verið diskuteraður aðrastaðni.
- Men er ikki vandi fyri, at politikkur so kemur í embætið?
- Politikkur er óansæð. Allastaðni har leiðsla er, er politikkur uppi í. Men ein einsamallur biskupur í Føroyum kann stívna og tømast fyri íblástur. Og ein biskupur kann eisini fara ein annan veg enn tann, hann byrjaði at ganga.
- Kirkjan er andaliga sæð hvørki biskupsins, prestsins ella fólksins, men Guds, sigur Bergur Debes Joensen.
- Við áramálsseting verður størri gjøgnumskygni við leiðslu Fólkakirkjunnar og, tað rokni eg við, størri nøgdsemi millum kirkjufólkið. Biskupur fær eftir hvørja setu lagt fyri fólkið tað, hann hevur arbeitt við, tey mál, hann hevur nátt, og tað hann ætlar, og kirkjuráðini kunnu so viðgera hetta og taka støðu til biskupin enn eina setu. Eg haldi eisini, at biskupur átti á árligum fundi við prestarnar og kirkjuráðslimirnar at havt eina frágreiðing um árið, ið fór. Kunning er góð, og hon er neyðug, sigur Bergur Debes Joensen.
Pláss til bæði høgru og vinstru
Hvussu ætlar tú tær at vera ein góður leiðari fyri prestarnar og kirkjuna annars í Føroyum?
- Eitt, kirkjan treingir til, er starvsfólkapolitkkur fyri bæði lønt og ólønt, sigur Bergur Debes Joensen, og nevnir arbeiðs-, bústaðar og eftirútbúgvingarumstøður.
Hann nevnir eisini tað at loysa konfliktir í kirkjuni, og nevnir, at allir rætt kallaðir prestar skulu eiga rúmd í kirkjuni.
Spurdur, hvørji hesi eftir hansara tykki eru, sigur hann, at tað eru tey, sum eru rætt kallað samsvarandi Fólkakirkjunnar grundarlagi.
- Allir rætt kallaðir prestar skulu virða prestaarbeiðið hjá hvørjum øðrum.
- Eingin skal kroystast at gera nakað ímóti samvitskuni hjá sær.
- Breiddin skal ikki vera til vinstru, men eisini til høgru.
Tey einastu, sum sambært Bergi Debes Joensen ikki eiga at fáa prestastarv eru samkynd, tí sjálvur vil hann ikki broyta nakað, sum longu er samtykt við lóg.
- Tann, sum velur at liva í samkyndum parlagi, eigur ikki at fáa prestastarv í Fólkakirkjuni, sigur Bergur Debes Joensen.
Ímóti samkyndum prestum
- Men vigar tað tyngri, sum Paulus sigur um samkynd enn tað, hann sigur um kvinnur í samkomuni?
- Kvinnur og menn skulu á jøvnum føti kunna virka í samfelagnum og í kirkjuliðnum sambært Paulus eisini vera við í boðan og leiðslu, men avmarking setur hann við læruembætið. Um kvinnunar tænastu í kirkjuni er ósemja um bíbliutulking, men tað er tað ikki á sama hátt um samkyndspurningin. Har kunnu liberal eins og konservativ síggja, at Skriftin lærir, at øll menniskju eru skapað í Guds mynd og hava sama virði, men at samkyndur levnaður er ímóti Guds vilja. Men tað eru nøkur tilskilja sær rættin at vera ímóti Guds orði. Kvinnur kunnu við lóg fáa prestaembæti í okkara kirkju, og lógin skal haldast, og vit skulu varðveita einleikan í kirkjuni. Kirkjan verður ongnatíð kirkjan hjá meirilutanun, men Guðs kirkja, sigur Bergur Debes Joensen og sipar til anglikansku kirkjuna, har nógv orðaskiftið er um spurningin samkyndar prestar og biskupar.
Hann sigur, at bispur skal standa stinnur á kirkjunnar grundarlagi, hóast meirilutin í luthersku kirkjunum í grannatjóðunum sigur eitt annað.
Hvørjar verða høvuðsuppgávurnar hjá bispi?
- Fyri tað fyrsta umsitingarliga at vera fyrisitari hjá kirkjuni, fyri tað annað andaliga at vera hirði hjá prestunum og hava umsjón við læruni í kirkjuni, og fyri tað triðja í verki at vera stigtakari og stuðul hjá øllum tí, sum kann savna og byggja upp kirkjuna. Bispur skal umsita eina rúmliga kirkju. Hann skal fylgja við rákum í tíðini og vegleiða eftir bestu sannføring, heldur prestur.
- Eg ætli mær at hava fasta vitjunartænastu, sigur hann og nevnir kirkjuráð og prestar. Annað hvørt ár ætlar hann fast at vita hvørja kirkju og hvørt kirkjuráð í landinum. Somuleiðis metir Bergur Debes Joensen, at prestar skulu t.d. hvørt tíggjunda ár sleppa í farloyvi við løn
- Onkur heldur, at eg eri konservativur, hetta haldi eg vera positivt. Men í lívi og gerningi eigur kirkjan ikki at vera konservativ, sigur Bergur Debes Joensen, ið heldur seg umboða sokallaðan klassiskan kristindóm.
Kristus skal døma okkum
Hvørjar verða tær størstu avbjóðingarnar hjá føroysku fólkakirkjuni næstu árini?
- At fólk koma til Jesus, tí uttan hann er eingin frelsa, sigur Bergur Debes Joensen.
Hann vísir á, ta sokallaðu Augsburgsku trúarjáttanina, sum er partur av trúargrundarlagi hjá Fólkakirkjuni. Í grein 17 í hesi játtan stendur m.a, at Kristus skal koma aftur at døma øll, og at »Teimum gudrøknu og útvaldu skal hann geva ævigt lív og áhaldandi gleði, men tey ógudiligu og djevlarnar skal hann fordøma at líða endaleys kvøl«, endurgevur Bergur Debes Joensen.
- Frelsan í Kristi Jesusi er sjálvt høvuðsmálið hjá kirkjuni, sigur prestur, ið vil, at tað verður sett alt inn, at gleðiboðskapurin verður boðar øllum fólkum.
Bergur Debes Joensen nevnir eisini tað løgfrøðiliga arbeiðið, sum hann heldur stendur í hálvum gekki, nú kirkjan er yvirtikin, uttan at lógirnar vóru lidnar, og harafturat metir hann, at gerast skal meira fyri at styrkja kirkjuliga arbeiðið, gudstænustuna og kirkjutænararnar og gerast skal nakað fyri børnini og tey ungu. Somuleiðis skulu kirkjuráðlimir og kirkjufólk fáa undirvísing í luthersku læruni, sum tørvurin er.
- Tað er týdningarmikið, at vit við lóg fáa orðað, at líkasum kirkjan ikki skal stýra Løgtinginum, skal Løgtingið ikki stýra innaru viðurskiftinum í kirkjuni, sigur Bergur Debes Joensen, ið tó ikki heldur, at hetta merkir tað sama sum, at hesir stovnar ikki kunnu finnast at hvørjum øðrum.
- Tað skal vera dialogur millum kirkju og politikkarar, viðspæl og mótspæl uttan at blanda tingini saman.
-- -- -- -- --
Sosialurin prentar í hesi vikuni samrøður við øll valevnini til biskupsvalið. Í dag verður prátað við Berg Debes Joensen, prest.