Bjóðaði heiminum frælsi

USA hevur sett sær fyri at tryggja øllum heimsin tjóðum frælsi, segði George W. Bush, forseti, í innsetanarrøðuni

Tey flestu høvdu væntað, at afturvaldi amerikanski forsetin fór at nýta ein part av innsetanarrøðuni til at lýsa støðuna og framtíðarútlitini í Irak, men hann valdi tað øvugta. Hann tók snøgt sagt ikki Irak upp á tunguna.

Ístaðin fyri var røðan ein boðskapur um, at USA er farið undir og ætlar sær at halda fram við arbeiðinum at útvega øllum heimsins tjóðum frælsi. Hann legði tó dent á, at USA fer ikki at noyða onnur at skipa sítt frælsi eftir amerikonskum leisti, men at landið tvørturímóti fer at virða tær avgerðir og leiðir, sum tey velja.

-Okkara mál er at rudda alt einaræði í heiminum burtur, segði Bush, men hann lovaði, at hetta skal ikki einans gerast við hermegi.

-Okkara ávirkan er ikki óavmarkað, men til alla lukku fyri tey kúgaðu hava vit rættiliga stóran ávirkan, segði afturvaldi forsetin, eftir at hann við aðrari hondini á Bíbliuni hevði svorið forsetaeiðin.