Bjóða seg fram til HM

Holland og Belgia, sum í 2000 skipaðu fyri EM-endaspælinum í fótbólti, hava nú boðið seg fram til at skipa fyri HM-endaspælinum í 2018. Londini halda, at samstarvið til EM í 2000 gekk so væl, at nú vilja tey hýsa heimsmeistaraskapinum eisini. Onnur lond, sum eisini bjóða seg fram til HM í 2018, eru Mexico, USA, Ongland, Russland, Kina, Japan og Australia. Eisini umhugsa Spania og Portugal eina felags umsókn. Avgerðin um HM í 2018 fellir í 2011.