Tór er navnið á nýggjari bjór, sum Føroya Bjór ognar Havnini, ið fyllir 100 ár
Eftir at Guðrið Hansdóttir hevði sungið úr nýggju fløguni ´The Sky is Opening´, avdúkaði Heðin Mortensen borgarstjóri nýggju bjórina í Hornahúsunum í Havn seinnapartin í dag.
Annika Waag, ið er bryggjari hjá Føroya Bjór, greiddi síðani frá um Tór, og hvussu smakkurin er settur saman. Síðani varð høvi at smakka eina Tór, og at enda greiddi Ole Wich grafikari frá um navnið og etikettina.
Tey, sum møtt vóru í Hornahúsunum í dag, vórðu samd um, at hetta var ein kryddað, men løtt summarbjór, við sjáldsama góðum liti.
Teksturin á baketikettini er hesin:
Fagnaðarár: Tór er serbryggj frá Føroya Bjór, nú Havnin hevur verið fólkavald kommuna í 100 ár. Tórshavn er nevnd eftir Tóri og hevur hamaran Mjølnir sum býarmerki. Á myndini framman sæst hamarin í jarnhandskanum Járngreip. Á hálsinum og her omanfyri, sæst reyði hamari Tórs sum partur av 100 ára búmerkinum.
Fagnaðarbjór: Tór er nýbryggjað bjór úr pilsnar-, karamell- og münchenermalti. Eftir Mjølni, hamara Tórs, er bjórið reyðlitt og hevur ein lættan smakk. Tór er ein bjór, sum við úrvaldari humlu er í góðari javnvág.
Tór: kl 1 4,6% abv. 33 cl