Ein fiskiskapur, ið ikki hevur verið so vanligur í Føroyum, er at royna eftir rognkelsi við gørnum, men báturin Bjørgvin úr Klaksvík hevur gjørt nakrar royndir síðstu árini, sum prógva, at hesin garnafiskiskapurin kann bera til.
Bjørgvin fer aftur undir fiskiskapin eftir rognkelsi nú og skal lata Fiskaaling nakað av fiskinum, men samstundis er ætlanin eisini at bjóða bæði fisk og rogn út á uppboðssøluni, um áhugi er fyri tí.
Jákup Páll Joensen er ein av trimum, sum manna Bjørgvin, og hann greiðir í ljóðbrotinum niðanfyri frá teimum royndum, teir hava havt við hesum heldur forkunnuga fiskiskapi: