Bjørn Kalsø fær undirtøku í samgonguni

Hóast harðar atfinningar, er greitt, at samgongan fer at taka undir broytingunum, sum Bjørn Kalsø ætlar at gera í lógini um vinnuligan fiskiskap

Hóast ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, hevur fingið harðar ábreiðslur, bæði frá politikarum og Búskaparráðnum, er tað greitt, at tær verða settar í verk.

Hendrik Old er formaður í vinnunevndini hjá Løgtinginum og hann sigur, at samgongan í vinnunevndini tekur undir við uppskotinum, so at siga óbroytt.

Nevndin er at kalla liðug at viðgera uppskotið og nú skal so álitið skrivast.

Hann vil ikki siga so nógv um niðurstøðuna í nevndini, men hann staðfestir, at samgongan tekur undir við tí.

Hann sigur, at kjarnin í broytingunum, sum nú verða gjørdar, er, at øll fiskiloyvini verða inndrigin í 2018 og so skulu tey útskrivast av nýggjum.

- Sostatt kann Løgtingið hiðani og til 2018 gera sær greitt, hvussu skipanin skal virka eftir tað.

- Er undirtøka fyri at broyta skipanina, ber tað til og er undirtøka fyri at kollvelta hana heilt, ber tað eisini til, tí í 2018 verða tey nýggju loyvini útskrivað eftir teirri lóg, sum er galdandi tá, sigur Hendrik Old.