Stillar Bjørn Kalsø upp til býráðsvalið í Klaksvíkar kommunu, so kann hann bjarga Sambandsflokkinum umboðan aftur í býráðnum.
Bjørn Kalsø var toppskorari í Klaksvík á løgtingsvalinum seinsast. Við 373 persónligum atkvøðum – bara í Klaksvík – er hann nógv tann størsti atkvøðuslúkurin í kommunu. Hann fekk 149 atkvøður fleiri Jógvan Skorheim, sum eisini tá var borgarstjóri í Klaksvík.
Les eisini: Bjørn Kalsø ikki tikið støðu til uppstilling
Í Klaksvíkar kommunu fekk Sambandsflokkurin bara 215 atkvøður, sum var 7,21 prosent. Tað var ikki nóg mikið. Javnaðarflokkurin, sum var næst minstur, fekk meira enn tvífalt so nógvar atkvøður, sum Sambandsflokkurin.
So líkamikið um Bjørn Kalsø vil tað ella ikki, so verður lagt stórt trýst á hann um at stilla upp, tí tað kann vera einasta bjarging, sum Sambandsflokkurin skal gera sær vónir um at fáa umboð aftur í Klaksvíkar býráð.
Úrslið av býráðsvalinum í Klaksvík seinast var hetta:
LISTI | Atkvøður | % | Vald |
LISTI A | 1.104 | 37,01% | 5 |
LISTI B | 215 | 7,2% | 0 |
LISTI C | 440 | 14,75% | 1 |
LISTI D | 522 | 17,50% | 2 |
LISTI E | 702 | 23,53% | 3 |
Umboð í Klaksvíkar býráð | 11 |