Bjørn toppskorari í Klaksvík

Við 418 persónligum atkvøðum gjørdist Bjørn Kalsø í Sambandsflokkinum heilt stóri atkvøðuslúkurin í Klaksvík

Hóast hann enn ikki var vísur í, um hann var tryggjaður ein tingsess, var tað ein sera fegin Bjørn Kalsø, ið kom inn á gólvið í KÍ høllini í kvøld.

Longu tíðliga í uppteljingini var greitt, at bunkin hjá Bjørn Kalsø vaks óvanliga skjótt. Tá avtornaði vísti tað seg eisini, fiskimálaráðharrin var avgjørdi toppskorarin í Klaksvík við 418 persónligum atkvøðum

Hóast Bjørn Kalsø hevði vónað at gera eitt gott val, hevði hann ikki torað at vænta, at tað gjørdist so gott

- Tað sigst jú at vera ógjørligt hjá einum fiskimálaráðharra at gera eitt gott val í fiskivinnubýnum Klaksvík, men tað mótprógva hesi tølini, má man siga. Hetta kennist í øllum førum sum ein ómetaliga stór álitisváttan, segði Bjørn Kalsø og nýtti høvið at takka øllum, sum hava stuðlað honum og flokkinum.

Av øðrum valevnum, sum gjørdu eitt gott persónligt val í Klaksvík í dag, kunnu nevnast:

Karsten Hansen í Miðflokkinum 345 atkvøður,

Jákup Mikkelsen í Fólkaflokkinum 318 atkvøður,

Heini O. Heinesen í Tjóðveldinum 191 atkvøður,

Eyðgunn Samuelsen í Javnaðarflokkinum 147 atkvøður.