Bjørt Samuelsen handaði virðisløn í London

Í síðstu viku var Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna í vinnumálum á ferð í Londan, har hon varð biðin um at handa virðislønina til ?Lloyds´ List Shipmaster of the Year?

Landsstýrið er farið undir at menna FAS. Í hesum sambandi var landsstýriskvinnan í vinnumálum, Bjørt Samuelsen, saman við umboðum frá shipping- og fíggjarvinnuni og embætisfólki í London í døgunum 1.-3. apríl til tess at hitta fólk innan shipping og kunna um FAS.

Landsstýriskvinnan og umboðini fyri vinnuna luttóku í árliga ? Lloyds´ List London Awards?, har feløg og einstaklingar innan shippingvinnuna savnast at handa virðislønir til persónar og virkir, sum hvør á sínum øki hava skarað framúr, shipping-vinnuni til frama.

Bjørt Samuelsen var í ár biðin at handa virðislønina til ?Lloyds´ List Shipmaster of the Year?. Heiðurin fekk Alistair Mc Fadyen, kapteinur, fyri hansara framúrskarandi leiðaraavrik í sambandi við hending í Biscaya Víkini í mars 2007, og landsstýriskvinnan nevndi í handanarrøðu síni, at hon sum umboð fyri sjófararatjóðina Føroyar var sera errin av at fáa høvi til at handa hesa virðisløn.

Undir vitjanini varð eisini vitjað hjá Lloyds?List, har blaðstjórin nýtti høvi at gera samrøðu við Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinnu og ferðalag hennara um FAS og onnur vinnuviðurskifti í Føroyum.

Somuleiðis vitjaði landsstýriskvinnan eisini sendistovu Føroya í London, har sendimaður Føroya, Sigmundur Ísfeld, greiddi frá virksemi teirra og tosað varð um ætlaninar at styrkja arbeiðið við vinnuframa á sendistovunum.

Eisini hitti landsstýriskvinnan sendimann Danmarkar Birger Riis-Jørgensen.