Sunnukvøldið bjargaði Magni Garðalíð fimm fólkum frá at noyðast í bjargingarbát og einum 27 fót frítíðarbáti at søkka.
- Vit høvdu havt gestir og sigldu teir so yvir til Leirvíkar aftur um kvøldið. Á veg aftur til Syðradals sóu vit ein bát, ið eg helt vera svág mín. Tá vit so komu nærri sá eg, so var ikki. Men vit heilsaðu upp á og hildu so fram til Syðradals, sigur Magni Garðalíð.
Tey høvdu ikki meiri enn bundið bátin og vóru farin í bilin á veg til Húsar, har tey búgva, tá telefonin ringdi, og tey vórðu boðsend at koma til hjálpar, tí báturin tók sjógv inn.
- Vit vendu so beinanvegin, og loystu bátin aftur. Vit sigldu skjótt, so tað gingu bara einir fimm minuttir, til vit vóru hjá bátinum, sigur Magni Garðalíð.
Veðrið var av tí allarbesta, so tað lá væl fyri at leggja at søkkandi bátinum og taka fólkið úr honum.
- Vit settu so á bátn og sleipaðu hann inn á Syrðadal, har pumpur vórðu fingnar umborð. Tá var nógvur sjógvur í bátinum, og motorurin var undir, sigur Magni Garðalíð.
Báturin var staddur millum Galvin og Syrðadal, einar 300 metrar úr landi.
Tá báturin so var lensaður, varð hann sleipaður til Klaksvíkar, har hann var tikin upp á land.
Takksom
Magni Garðalíð heldur, at tað var heppi, at tey vóru so nær við og at fólkið umborð á bátinum vistu, at tey kundu fáa hjálp frá teimum beinanvegin.
- Skjót hjálp er góð hjálp. Vit vóru ógvuliga skjótt á staðnum, og tá vóru tey longu í ferð við at rigga bjargingarbátin til. Og eg má siga, at tey tóku støðuna ógvuliga róliga, tí tað vóru ongantíð tekin til panikk, sigur Magni Garðalíð.
Hann metir, at var hann ikki komin so skjótt til hjálpar, so hevði stórur vandi verið fyri, at fólkið umborð á bátnum noyddist í bjargingarbátin og 27 fót frítíðarbáturin sakk.
- Tú hugsar bara um at hjálpa, tá soleiðis er statt, og eg eri bara glaður fyri, at eg kundi verða so skjótt á staðnum, sigur Magni Garðalíð.
Og eisini tey, ið bjargað blivu, vóru fegin um skjótu hjálpina, og vístu sína tøkk, tá tey mikudagin komu á keiina í Syrðadali, har Magni Garðalíð hevur støð fyri ferðamannabáti sínum, Viljin.
- Ja, eg má siga tað var ein rørandi løta, tá tey komu har á keiina og handaðu mær og konuni eina gávu, eitt ur í part, sigur Magni Garðalíð.
Hann ynskir ikki at gera tað stóra hóvastákið burtur úr hendingini, men er bara fegin um, at hann kundi hjálpa hetta sunnukvøldið, tá tey fimm fólkini vóru í ferð við at fara í bjargingarbátin.