Bjargaði smádrongi undan briminum

Ein 25 ára gamal klaksvíkingur leyp mánakvøldið á bláman á Viðareiði, hóast nógv brim var og soleiðis bjargaði hann einum 11 ára gomlum drongi, sum hevði spælt sær við at renna undan aldubrotum, men skolaði út

Ungi klaksvíkingurin Bjarni Poulsen er ein av gerandis hetjunum, ið ganga ímillum okkum.

Mánakvøldið bjargaði hann einum drongi norðuri á Veiðareiði, ið var tikin á sjógv av brimi.

Tað vóru 3 drongir um11 - 12 ára aldur, ið spældu sær niðri við sjóvarmálan norðanfyri kirkjuna á Viðareiði, við Døtlisgjógv. Fitt av brimi var og teir spældu sær við at renna undan aldunum. Men aldurnar vóru stórar og teir komu soleiðis fyri, at ein júst slapp undan eini aldu. Hinir vórðu tiknir, men tann eini helt sær fast í taranum og slapp við karmi.


Skolaði út

Tann triði varð tikin út á sjógv av briminum. Klokkan 17:43 fekk politistøðin í Klaksvík boð og sendi samstundis sjúkrabil avstað.

Men eydnan var hóast alt við dronginum, ið skolaði út. Menn flettu og hjallar og kjallarar vóru fullir av fólki . Sostatt var hjálpin skjót, tá drongirnir, ið vóru uppi á turrum, boðaðu frá, at tann triði lá úti í brotunum.

Bjarni Poulsen er vanur froskmaður, men hevði tó onga útgerð norðuri á Viðareiði. Roynt var at fáa hann á sjógv, har dreingirnir høvdu spælt, men brimið var ov nógv og máttu bjargingarmenninir tískil leita norður um gjónna. Har eydnaðist Bjarna at koma á sjógv og við enda á sær svam hann dronginum til hjálpar. Drongurin hevði tá ligið einar 20-30 minuttir í sjónum og hevur hann klárað at hildið sær uppi. Lotið lá at landi, men hann var ikki tikin av aldunum inn ímóti landi.

Bjarni Poulsen sigur, at drongurin var í dýnujakka og kanska hevur luft verið í ermunum og hjálpt til at hildið dronginum uppi.

11 ára gamli drongurin, ið skolaði út, býr í Danmark , men er og ferðast í Klaksvík hjá ommu síni. Mamman kom til Føroya týsdagin og svav náttina á sjúkrahúsinum, har dreingirnir væntaðust at verða útskrivaðir í gjár.

Vakthavandi á støðini í Klaksvík sigur, at menn á Viðareiði bóru skjótt at og longu klokkan 17:56 fekk politiið boð um, at vandin var av. Tá vóru teir ávegis norður til Viðareiði.

Veðrið var ikki av tí besta mánakvøldið og sorgarleikur kundi staðist av spælinum í fjøruni, men tað, at menn vóru úti og bóru skjótt at, bjargaði óivað dronginum. Og so tað, at einungur, djarvur klaksvíkingur ikki helst seg aftur, men leyp á bláman og fekk fatur á dreinginum. Bjarni Poulsen er lítillátin og ger sjálvur ikki nógv burturúr hendingini.


Ikki einsamallur

- Eg hugsaði bert um at fáa fatur á dronginum, sigur Bjarni og ger vart við, at hann var ikki einsamallur um bjargingina.

-Eg slapp ikki á sjógv uttan at hava enda á mær. Nógvar góðar hendur vóru á landi og um tað ikki var, so veit eg ikki um eg havði komið á land aftur, sigur Bjarni Poulsen.

Bjarni er knýttur at alivinnuni í Klaksvík. Gerandisdagur hansara fer við at sigla við brunnbátinum og eisini er hann kavari, tá tað er

neyðugt.