Bjarki er toppskjútti hjá B36

B36 vann tryggan 4-0 sigur í Trongisvági, og bæði í uppstilling og útskiftingum sást tað, at B36 venjarin hugsaði um fjórðingsfinauna, sum týskvøldið verður ímóti HB

Klokkan 21 loysir Smyril av Krambatanga. Umborð er B36 ferðalagið, sum í góðveðrinum í dag hevur verið í Suðuroy. Ørindini vóru at spæla landskappingardyst við Stórá í Trongisvági. Har var fyrsta bríksl klokkan 18.30, og í viðførinum norður aftur hevur B36 trý stig fyri trygga 4-0 sigurin.

 

Sigurin ber við sær, at B36 hevur 18 stig. B36 er á triðja plássi, og tað eru tvey stig fram til næstfremsta plássið, sum HB er á.

 

Týskvøldið hittast B36 og HB í grannauppgerð í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.

 

Tað sást væl, at B36 venjarin Dan Brimsvík í kvøld ikki bara savnaði seg um landskappingardystin í Trongisvági. At hann eisini hugsaði um grannauppgerðina týskvøldið, vóru tað ábendingar um, tá ið Magnus Egilsson og Bjarki C. Nielsen ikki vóru millum teir fyrstu ellivu. Bjarki varð skiftur inn miðskeiðis í seinna hálvleiki, meðan Magnus Egilsson sat allan dystin á tamb á beinkinum. Hannes Agnarsson og Andrass Johansen vórðu skiftir út, tá ið ein hálvur tími restaði, og tá ið tað restaðu 20 minuttir, fór Jann J. Benjaminsen av vøllinum. Tað kundi hent, at allir hesir fimm týskvøldið vera millum teir fyrstu ellivu.

 

Við Stórá gekk tað soleiðis, sum tað ofta hevur gjørt, tá ið favorittarnir hava vitjað. B36 hevði tak á spælinum alla tíðina, og TB vísti góðan hugburð.

 

Jann J. Benjaminsen setti hol á við brotssparki miðskeiðis í fyrra hálvleiki, og seks minuttir undan steðginum økti Benjamin Heinesen, sum aftur í kvøld var fremsti maður hjá B36, um munin til 2-0. Sjey minuttir eftir steðgin hvarv spenningurin heilt, tá ið Michal Przybylski skoraði eftir sending frá Taufee Skandari. Innskifti Bjarki C. Nielsen staðfesti tveir minuttir undan leikloki 4-0 sigurin, eftir at TB málverjuni í fyrstu atløgu hevði hálvbjargað, tá ið Michal Przybylski royndi seg við skoti úr 19 metrum.

 

Bjarki C. Nielsen er toppskjútti hjá B36 við fimm málum, og Michal Przybyski hevur skorað fýra mál.

 

Hjá TB var Anders Hoff aftur í málinum, har hann var tryggur. Gilli Rólantsson Sørensen liðformaður og í miðverjuni saman við Musah Armah, meðan Samudeen Musah var fremsti maður, inntil hann 17 minuttir undan dystarenda noyddist skaddur av vøllinum.

 

TB er næstaftast við fimm stigum.

 

 

 

TB – B36 0-4 (0-2)

 

0-1: Jann J. Benjaminsen br

 

0-2: Michal Przybylski

 

0-3: Benjamin Heinesen

 

0-4: Bjarki C. Nielsen