Bjarna í Sjúrðagarði til áminningar

f. 1. nov. 1965 d. 10. des. 2006

10. des. andaðist kæri starvsfelagi okkara, Bjarni í Sjúrðagarði, bert 41 ára gamal.


Bjarni varð føddur 1. nov. 1965 og vaks upp her í Havnini. Bjarni var sonur Astrid og John í Sjúrðagarði. Bjarni var giftur Kirstin Ellingsgaard, og tey eiga tey trý børnini, Teit, Guðrið og Tyrna.


Hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1993 og var m.a. lærari á Dímun í 2 ár.

Vit fingu ta gleði at hava Bjarna sum lærara í Kommunuskúlanum í umleið 10 ár.


Bjarni var altíð klárur við eini hjálpandi hond, og tað, hann átók sær, varð gjørt til lítar. Hann hevði sínar greiðu meiningar um øll samfelagsviðurskifti, skúlamál og politikk, har hann m.a. var av teirri greiðu fatan, at í Føroyum skulu føroyingar ráða, tjóðveldismaður um ein háls.


Bjarni setti lit á, har hann var. Honum dámdi felagsskapin og hevði altíð við góða skemtingarlyndi sínum eitt gott íkast til røttu løtuna. Hóast hann var rættiliga sjúkur hetta síðsta árið og visti hvønn veg tað bar, varðveitti hann tað lætta og skemtiliga sinnið til tað síðsta.


Bjarni var sera náttúrukærur maður og merkti hetta lív og levnað hansara í øllum lutum. Hann kendi náttúruna sum fáur, livdi og virkaði í henni í víðastu merking, stóran part av teimum fríløtum, hann hevði: á fleyg, í bakka, haru- og fuglatúrar, á floti, burturi í haga, á fjalli, var fastur flettari á fleiri bóndagørðum osfr. Og ikki minst var hann ein meistari at eggja øllum møguligum øðrum til at koma út í ta føroysku náttúruna. Soleiðis skipaði hann fyri mongum minniligum og ógloymandi túrinum fyri okkum starvsfeløgunum í Kommunuskúlanum víða um í landinum, nakrar av perlunum vóru túrarnir á Dímun, í Føgrulíð, Tindhólmi og ikki minst seinasti túrurin fyri einum ári síðani norð á Múla, sum Bjarni skipaði fyri og, hóast illa sjúkur tá, var hann við á ferðini.


Bjarni hevði altíð í arbeiði sínum í huga hetta sama at lata eygu og oyru næminganna upp fyri landi okkara í tess marglæti. Sjálvsagdur partur av frálæruni fór fram úti í stórslignu náttúru okkara, og somuleiðis varð náttúran tikin við inn í skúlastovuna til nærri kanningar og umrøðu.


Royndi í undirvísingini altíð at hava í huga fyribrigdi ’útinámsfrøði - innlæring úti’, sum er nógv uppi í tíðini uttanum okkum. Hetta at næmingarnir røra seg dagliga við at vera úti í náttúruni og ikki minst fáa kunnleika og alsk til føðilandið og náttúruna. Hetta megnaði hann á dragandi hátt at skapa forvitni um, næminganna millum.


Hann hevði næmingar sínar frammarlaga í huganum.

Altíð var onkur spennandi ætlan fyri framman í undirvísingini, okkurt at gleða seg til, ein útferð, ein hugnaløta, ein fjalltúrur, ein túr á flot, fletting osfr.


Bjarni var ógvuliga arbeiðssamur maður. Samstundis, sum hann røkti skúlaarbeiðið sera væl og hevði mong frítíðarítriv, fjarlas hann sálarfrøði á universiteti í Danmark og tók prógv haðani í juni 2004.


Og hóast hann við hesi nýggju útbúgving síni kundi verið farin at arbeiða innan hetta økið burturav, so valdi hann heldur at kombinera hesi bæði yrki og soleiðis halda fram sum lærari í skúla okkara. Hetta kom okkum væl við at hava eitt serútbúgvið fólk á so týdningarmiklum øki í gerandisdegi skúlans.


Hugur okkara leitar til tín, Kirstin, og børnini. Styrki Harrin tykkum í sakninum og sorgini. Vit drýpa høvur í djúpari sorg og virðing fyri starvsfelaga okkara og minnast í takklæti ta tíðina, vit fingu saman við honum.


Friður veri við minninum um Bjarna í Sjúrðagarði.


Starvsfelagarnir í Kommunuskúlanum